Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Thor skrivstovan.

Mynstringarbann avlýst móti Hoyvík

Nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík hjá Thor í Hósvík sleppur til fiskiskap. Avtala er gjørd við Thor-fyritøkuna um sáttmála.

Tíðindaskriv:

Tey trý manningarfeløgini høvdu lýst mynstringarbann, har tey noktaðu limum sínum at mynstra við Hoyvík, so leingi ongin avtala er gjørd við reiðaríið.

Manningarfeløgini høvdu fyrr í vikuni vent sær til Hans Andrias Kelduberg, reiðara á Hoyvík, fyri at biðja hann koma at samráðast um eina avtalu at galda fyri skipið, men hann hevði ikki svarað aftur. Nú er skipið á veg til Føroya, og neyðugt var at lýsa mynstringarbannið í stundini at forða fyri at skipið fer til fiskiskap í sáttmálaloysi, avgjørdu tey trý manningarfeløgini í gjár.

Hoyvík er keypt úr Noregi fyri slakar 20 milliónir krónur. Skipið hevur fyrr verið heimahoyrandi í Føroyum sum ávikavist Gullfinnur og Høgaberg. Sambært in.fo fór Hoyvík úr Egersund í Noregi á middegi mikudagin og kemur á Havnina tíðliga í dag.

Í gjárkvøldið vóru samráðingar við reiðaran, og sáttmáli varð undirskrivaður. T.v.s., at mynstringarbannið er ikki longur galdandi. Øll viðurskiftir eru avgreidd siga tey trý manningarfeløgini.