Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndugleikarnir seta kikaran fyri skeiva eygnað

Dan Klein --- 06.03.2017 - 11:48

Høvuðsgrundirnar til vaksandi fólkasjúkuna strong eru skeivar arbeiðsgongdir. Tí kann trupulleikin ikki basast við at senda fólk til sálarfrøðing ella á skeið fyri at gerast mótstøðufør móti strongd, sigur Thomas Milsted, serfrøðingur í strongd. 
 
Samfelagið og serliga politiska skipanin tekur ikki hóttandi fólkasjúkuna strongd í nóg stórum álvara. Fokus er skeivt.
 
Í staðin fyri at hyggja at umstøðum og bygnaði, sum eru skaptar á arbeiðsmarknaðinum, har alt skal ganga við eini hundans ferð, verður vandamálið viðfarið sum ein trupulleiki hjá einstaka starvsfólkinum.
 
-Tú kanst sammeta støðuna við, um hol skuldi komið á eitt gassrør. Í staðin fyri at umvæla gassrørið, so verða fólk send á skeið at halda ondini, sigur Thomas Milsted, sum var gestarøðari á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin. Og í morgun bar hann fram sama bersøgna boðskapin í Góðan Morgun Føroyum:
 
http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/03/06/dalet-export-1119585
 
Thomas Misted er ein av fremstu fyrilestrarhaldarum í Danmark, tá ið umræður bardagan móti strongd.
 
Ein kanning, sum Starvsmannafelagið gjørdi fyri nøkrum árum síðani avdúkaði, at strong er minst líka vanlig millum starvsfólk í almenna sektorinum í Føroyum sum aðrastaðni. Og at orsøkirnar í stóran mun skulu finnast á arbeiðsplássunum.
 
Hesum er Thomas Misted púra samdur í. Hann vísir á, at høvuðsorsøkin til at fólk blíva fyritíðarpensioneraði í Danmark er, at tey hava angist, sum júst er eitt av eyðkennunum fyri strongd.
 
Hann vísir á, at leiðslurnar hava leingi vitað, at strongd er ein trupulleiki, sum í stóran mun stavar frá skeivleikum á arbeiðsplássinum. Kortini hava leiðslurnar í stóran mun valt, at loysa trupulleikan sum ein persónligan trupulleika hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Fólk verða send til sálarfrøðing ella á sokallaði robustheits-skeið.
 
Men trupulleikin við strongd verður ikki aleina loystur við at senda fólk á skeið, har tey skulu brynjast til hálvar elituhermenn fyri at tola trýstið á arbeiðsmarknaðinum, heldur Thomas Milsted. Neyðugt er at leiðslurnar og politiska skipanina taka um rótina á trupulleikanum og broyta arbeiðsumstøðunar, sum gera fólk sálarliga sjúk.
 
Tað nyttar einki at læra fólk at halda ondini, tá ið hol kemur á gassrørið. Rørið má umvælast, skipaninar á arbeiðsmarknaðinum mugu endurskoðast, ljóðar greiði boðskapurin hjá Thomas Milsted, sum  heldur fyrilestur fyri leiðarum og fakfelagsfólkum í Smæruni seinnapartin.