Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndugleikarnir eiga at stilla krøv til ella at steingja VP

VP er ein ekstremt høgraorienteraður fólkaflokspropagandamiðil, sum ikki heldur seg aftur fyri statistiskum snildum, ið venda um upp á veruleikan og ger svart til hvítt og umvent, sum liður í egnum lygisøgum.Statistiskar lygisøgur eru tað reina guff fyriVP.

Beint áðrenn løgtingsvalið gjørdi fólkaflokspropagandistarnir statistiskar kanningar, sum sjálvandi vísti, at fólkaflokkurin fór at fáa beint niðanfyri 30%. Teir fingu umleið helvtina. Tey 30% vóru lokkandi propagandalygnir, ið fólkafloksfólk høvdu trýst seg framtil, tí tey eru í fleirtali á VP. Og tað veit VP, men teir leita ongantíð eftir sannleikanum, men einans eftir propagandavirðinum. 30 %, hvat heldur tú? Er tað ikki flott eftir devisuni: The winner takes it all. - Kom og ver við! Fy for den lede.

Og propagandamiðilin blívur við. Beint nú er høgraradikala propagandamaskinan í ferð við at organisera stríðið ímóti samkyndum vælsignilsi í kirkjuni. Teir skuldu ikki lagt í, tí teir vælsigna so ongan. Tað eru teir ikki kendir fyri. Men tað má undra mangan, at teir seta eina tílíka ´kanning´ í verk, har øll, ið koma inn á VP, kunnu atkvøða um nevnda spurning: baptistar, sum í yvir 100 ár hava vent fólkakirkjuni reyv, skulu nú avgera nevnda spurning, saman við ómyndugum, fríteinkjarum og fríkirkjufólki av øllum handa slag, og so kirkjufólk. Eg meini tað.

Annars er tað einans fólkakirkjan, ið suverænt avger, hvussu leikur fer fram, og ikki propagandasentralurin VP.

 Meðan eg taki mær av VP, so frætti eg ongantíð aftur, um málið, sum VP skrivaðiu um, at onkur úr felagsskapinum: Og í menniskjunum góður tokki, skuldi vera farin við peningi, sum hann ikki átti. Hatta var sera, sera ljótt skrivað, men fanansskapurin er botnleysur. Og sum sagt verður: ilt eyga skal einki gott síggja. Sjálvt hjálp til meira ella minni hjálparleys, skuldi svertast og misteinkiliggerast.

Markleysur óndskapur.
Har er eisi eitt Ad-hoc, ið kann skriva, sum tað vil, og ger tað. Men eins og í einaræðislondunum kann einki viðmerkjast. Segði nakar Norður – Korea? Apatheid? Pinochet ella okkurt heilt annað og verri.

At enda fari eg bert at kunna lesaran um, at ikki øllum er loyvt at skriva á VP.

Dagfinnur Danbjørg.