Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndugleikar skilja ikki mannarættindaspurningar

31. august og 1. september 2015 vitjaðu norðurlendsku javnstøðunevndirnar í Føroyum. Nevndirnar hittast eina ferð um árið til fundar, og í ár varð fundurin hildin á Hotel Føroyum. Nevndarumboðini taldu uml. 26 fólk úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Nevndirnar kunna hvørja aðra um sítt arbeiði og læra av hvørjum øðrum. Ymiskt er, hvussu nevndirnar eru skipaðar í ymsu londunum. Í teimum stóru Norðurlondunum arbeiða nevndirnar ikki bara við javnstøðu millum kyn, men eisini við diskriminering vegna t.d. etniskan uppruna, seksuella orientering, trúgv og aldur.

Í ár var evnið á ársfundinum ekstremisma, rasisma, antisemitisma, islamofobi og javnstøða millum kyn. Í Finlandi, Svøríki, Danmark og Noregi eru tey í ferð við at menna arbeiðið móti fremmandahatri og øðrum ótolsemi, radikalisering og ekstremismu. Sum lið í hesum arbeiði verður fyribrigdið “hate speech” ella haturstala nógv umrøtt. Haturstala er at niðurgera ella hótta fólk ella bólkar vegna eyðkenni sum kyn, etniskan uppruna, trúgv, rasu, brek ella seksuella orientering.

Fyribrigdið haturstala er trupult at fyrihalda seg til, tí á aðrari síðuni er talufrælsið høgt í metum, men á hinari síðuni kann áhaldandi haturstala skapa ótta og føra til harðskap og yvirhøvur gera stóran skaða á einstaklingar og samfelagsbólkar. Markið millum, hvat er loyvt at siga/gera og ikki, er ikki altíð lætt at skyna á.

Mælt verður til meira gransking á økinum, tí vitan vantar – vitan um, hvørjar avleiðingar haturstala hevur á bæði útinnararnar av haturstalu, offrini og alt samfelagið annars. Er og verður haturstala bara avmarkað til eitt ávíst umhvørvi, ella venja vit okkum øll spakuliga við og halda tað ver í lagi, at tónin verður harðari og ógvusligari? Og um so er, hvørjar avleiðingar hevur hetta á okkara mentan og relatiónir?

Haraftrat verður mælt til meira kunning og meira dialog. Eitt nú eiga fleiri instansir at samstarva, t.d. myndugleikar av ymsum slagi, heilsu-, almanna- og skúlaverk, ansingarstovnar og felagsskapir. Eitt nú eiga børn í barnagørðum og skúlum at læra, at haturstala ikki er í lagi, og í staðin læra aðrar hættir at samskifta. Og meira dialogur má fyriskipast millum ymsu umhvørvini, t.d. muslimar og jødar. Tað er ofta lættari at fremja haturstalu á sosialu miðlunum og í fjølmiðlunum annars, men tá ein stendur yvir av einum menniskja úr kjøti og blóði og tosar við viðkomandi, eru sannlíkindi fyri, at fordómar hjá báðum pørtum minka, og tað verður truplari bara at síggja hvønn annan sum ein fígginda ella hóttan.