Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndugleikar leggja líka í lógina

Við púra passivt at hyggja at hava bæði politiið, Vørn og Sjóvinnustýrið gjørt tað møguligt hjá tveimum skipum at bróta ásetingarnar í manningarlógini um vinnubrøv og talið av maskinmeistarum. Í seinasta enda snýr hetta seg um trygdina umborð, vísir formaðurin í Maskinmeistarafelagnum á. Hann hevur nú mist tolið við heimliga seinførinum og fer at kæra málið til ríkispolitiovastan.

Longu 8. apríl í ár boðaði Masinmeistarafelagið politinum frá, at línuskipið í Klakkur í Klaksvík ikki helt lógina um manning av skipum, tí mynstraðu maskinmeistararnir ikki høvdu lógarkravdu vinnubrøvini, og at teir verri enn so heldur høvdu teir førleikar, ið krevjast fyri at fáa hesi vinnubrøv.

Síðani hevur Maskinmeistarafelagið fleiri ferðir rykt politiið fyri at frætta, hvat gjørt verður við málið, men higartil hevur tað verið uttan úrslit.

Fyri einum lítlum mánaði síðani, 5. september, meldaði Maskinmeistarafelagið eisini línuskipið Eivind við heimstaði í Sandavági fyri tá tríggjar ferðir at hava mynstrað við bert einum maskinmeistara, hóast manningarlógin ásetir, at skipið skal hava tveir – ein maskinstjóra og ein 1. meistara, tí maskinorkan er so mikið stór – og hetta stendur eisini í manningarskjalinum, ið Sjóvinnustýrið skrivaði út til skipið, tá tað kom í flotan tíðliga í vár.

Heldur ikki í hesum málinum tykist politiið at hava tikið nøkur serlig stig til at kanna og greiða málið. Í øllum førum fæst onki at vita um hetta, tá rykt verður eftir svari.

Tolið uppi

Men nú er tolið um at vera uppi hjá Pálli Hansen, formanni í Maskinmeistarafelagnum. “Seinasta fríggjadag ryktu vit aftur Føroya landfúta eftir svari, og hesa ferð settu vit átta daga freist á fyri at svara. Fáa vit onki svar frá politinum í Havn, áðrenn freistin er úti, tað vil siga, tá henda arbeiðsvikan er av, so kæra vit viðferðina til ríkispolitiovastan”, sigur Páll Hansen.

Politigarðurin í Havn hevur treyðugt so svarað onkrum av rykkjara-teldupostunum frá Maskinmeistarafelagnum. Sostatt varð svarað rættiliga skjótt, tá felagið seinasta fríggjadag rykti eftir svari viðvíkjandi Eivindi, men svarið var bara ein tilvísing til eitt úrslitaleyst samskifti, sum politiið í Havn hevur havt við politistøðina í Miðvági, har Eivind mynstraði tveir av teimum trimum meldaðu túrunum, og við Sjóvinnustýrið.

Sambært svarinum frá politistøðini í Havn bar ikki til at fáa nakað at vita av politistøðini í Miðvági, tí viðkomandi, ið hevði stemplað mynstringarlistarnar, tíðliga í summar fór frá við eftirløn, og úr Sjóvinnustýrinum fekk politiið bara at vita, at tey har arbeiddu við at taka yvir mynstringareftirlitið.

Greið prógv

“Hatta er ein slutur fyri ein slatur. Vit hava meldað mynstringar hjá Klakki og Eivindi, har tað er próvfast, at manningarlógin er brotin. Mynstringarlistarnir eru stemplaðir og tøkir, og lógarásetingin er púra greið, eins og manningarskjølini hjá skipunum – í samsvari við manningarlógina – neyvt áseta minstukrøvini til manning og neyðugu vinnubrøvini hjá yvirmonnunum.”

“Tað eigur ikki at vera neyðugt hjá myndugleikunum við nøkrum drúgvum brævaskifti um tað, tí tað snýr seg einfalt um at kanna, um skipini framhaldandi ikki lúka krøvini í manningarlógini, og so steðga teimum, um tey ikki gera tað”, sigur Páll Hansen avgjørdur.

Klakkur bleiv beinanvegin í vár meldaður til politiið, tá Maskinmeistarafelagið staðfesti, at skipið var til fiskiskap uttan lógarkravdu manningina í maskinrúminum, men viðvíkjandi Eivindi royndi Maskinmeistarafelagið eisini at fáa Vørn, ið hevur ábyrgdina fyri eftirlitinum á sjónum, og Sjóvinnustýrið, ið formliga varðar av mynstringar- og manningarlóggávuni, at traðka til. Hetta varð gjørt 5. september, sama dag sum málið eisini var meldað til politiið, men til fánýtis.

Brátt svar

Bara 25 minuttir eftir, at Maskinmeistarafelagið hevði sent Vørn teldupost við fyrispurningi um, hvat eftirlitsmyndugleikin kundi væntast at fara at gera við ólógligu mynstringarnar, svaraði Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, at umrøddu mynstringarnar vóru framdar á politistøðini í Miðvági, og at Vørn tískil onki hevði við tær at gera.

Tá Maskinmeistarafelagið løtu seinni í nýggjum telduposti gjørdi vart við, at tað altso var Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, sum hevði stemplað ta einu mynstringina, ið var farin fram í Kollafirði, svaraði Elmar Højgaard aftur, at tey skulu hyggja at hesi einu mynstringini. Men tá rykt var eftir svari seinasta fríggjadag, boðaði Vørn frá, at málið nú bleiv viðgjørt í Sjóvinnustýrinum sum eitt brot á mynstringarlóggávuna, og at nærri kunning um málið mátti fáast haðani.

Frá Peri til Pól

Sjóvinnustýrið sjálvt svaraði Maskinmeistarafelagnum 12. september í einum telduposti, har sagt var, at stýrið fyrr í summar hevði staðfest brot á mynstringar- og manningarlóggávuna umborð á Eivindi, og at Sjóvinnustýrið ikki vildi gera nærri viðmerkingar í málinum, fyrr enn ein endalig avgerð var tikin. “Soleiðis verða málini blakað frá Peri til Pól, ongin tykist hava nakra ábyrgd, og skipini sigla framvegis. Vit hava meldað nakrar ítøkiligar mynstringar, men vit hava onga orsøk at halda, at hesi skipini allar aðrar túrar hava mynstrað eftir bókini ella bara av sær sjálvum hava fingið viðurskiftini í rættlag og eru farin at halda lógina. Tað kann vera, at myndugleikarnir ikki halda hetta vera so álvarsligt, men hetta snýr seg altso um trygdina umborð, bæði fyri skip og manning. Tað er eisini tað, sum teksturin í manningarskjalinum beinleiðis sigur”, vísir Páll Hansen á.

Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hevur mist tolið við fútaskrivstovuni og ætlar at kæra føroyska politiið til ríkispolitiovastan, um politiið ikki í hesi vikuni boðar frá, hvat tað ætlar at gera í sambandi við ólógligar mynstringar umborð á línuskipunum Klakki og Eivindi. Og formaðurin hevur lítlar vónir um, at Vørn ella Sjóvinnustýrið gera nakað við málini. - Málini verða blakað frá Peri til Pól, ongin tykist hava nakra ábyrgd, og skipini sigla framvegis. Tað kann vera, at myndugleikarnir ikki halda hetta vera so álvarsligt, men hetta snýr seg altso um trygdina umborð, bæði fyri skip og manning, sigur Páll Hansen.

Fakta Klakkur:

Línuskipið Klakkur úr Klaksvík er ítøkiliga meldað fyri 14. februar í ár at hava mynstrað tveir persónar sum maskinmeistarar, hóast hvørgin hevur neyðugu vinnubrøvini – annar er harafturat eisini mynstraður sum stýrimaður.

Tann eini mynstraði maskinmeistarin hevði eitt danskt dugnaskapsprógv sum motorpassari, ið bert gevur rætt at passa motorar upp til 449 kW. Maskinorkan – framtøkumegin – hjá Klakki er 791 kW.

Hin mynstraði maskinmeistarin hevði als onki vinnubræv til maskintænastu.

Sambært manningarskjalinum hjá Klakki skal skipið í minsta lagi vera mannað við einum maskinstjóra við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 1. stigi og einum 1. meistara við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 2. stigi.

Fakta Eivind:

Línuskipið Eivind úr Miðvági er íøtkiliga meldað fyri í trimum førum, 31. mars, 24. apríl og 25. mai í ár, at hava mynstrað við bert einum maskinmeistara, og á mynstringarlistanum er onki upplýst um vinnubræv hjá viðkomandi.

Sambært manningarskjalinum hjá Eivindi skal skipið í minsta lagi vera mannað við einum maskinstjóra við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 1. stigi og einum 1. meistara við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 2. stigi.

Skiparin hevur upplýst maskinorkuna at vera 749 kW, hóast framtøkuorkan á manningarskjalinum er skrásett at vera 1325 kW.

1325 kW er eisini tað, sum stendur á sonevndu royndarflatutalvuni hjá motorverksmiðjuni, og manningarlógin ger í so máta ongi undantøk fyri plomberaðar motorar.

§ 2, 12) í manningarlógini (Løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum) sigur soleiðis um hetta:

"Framtøkumegi": Øll tann samanlagda megin í kilowatt (kW), men soleiðis at brotin tøl falla burtur, um nøkur eru, við støðuga gongd á øllum maskinum, sum samstundis kunnu dríva skipið fram. Orkan verður ásett grundað á royndarflatutalvuna hjá motorverksmiðjuni, og verður hon at seta í siglingarloyvisbrævið og manningarskjalið.

Fakta sjóvinnubræv:

Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur krevst ein eitt ára maskinistútbúgving. Fyri at fáa sjóvinnubrævið á 2. stigi krevst síðani, at viðkomandi hevur verið í maskintænastu við skipum við eini framtøkumegi á í minsta lagi 750 kW í minsta lagi 12 mánaðir og í minsta lagi 24 mánaðir fyri at fáa sjóvinnubrævið á 1. stigi.