Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndugleikamisnýtsla ella reint idioti?

Løgmaður er vorðin sum ein dreivaður hani í tollmálinum.

Hann bað herfyri umsitingina gera sær eina frágreiðing um tollmálið frá a – z, sum hann ætlaði at nýta, tá málið stingur seg upp aftur. Men hvat sjer? Jú, eftir rúma tíð fær løgmaður svar frá umsitingini. Men Harra Gud, sikken eitt svar: Einki var at finna, og løgmaður verður biðjin um at stinga fingrarnar langt niður í lummarnar og at lata teir verða har í áðurnevnda máli. Í vissum førum góð ráð at geva óvita, men løgmanni? Har manglar nógv í fyri at alt kann sigast at rugga rætt. Lukturin av politiskum rotinskapi er ramur, so neyðugt verður at koyra øll vindeygu upp og samstundis effektivt fjerna orsøkirnar til rotinskapin. Tí hetta kann ikki blíva við.

Sama dag frættis, at innlit í CIP-sáttmálan var givið. Men Harra Guð og Faðir hvat fyri innlit? Allarstørsti parturin – næstan alt - var útstrikað við breiðum svørtum tusjum 51 s. var CIP sáttmálin íalt harav tilsamans ca. 2 – 3 av onkisigandi fragmenteraðum teksti kundi lesast og vóru til Føroya fólk, sum annars eigur og betalir fyri hvørt nikk og prikk – eisini fyri CIP-sáttmálan. Ein grov háan og vanvirðing, sum ikki hevur sæð sín líka áður.

Hetta eigur at verða broytt, soleiðis at løgmaður fær sítt og fólkið fær sítt.

Tí, sum nú er, so virkar tað - sum framt verður – og sum er umrøtt her – sum tað reina idioti.

Dagfinnur Danbjørg.