![](/myndir/myndin-15603_r_705_0.jpg)
Myndir frá vetrarhaldi hjá Landsverki
Síðani kavin legðist í síðstu viku, hevur vetrarhaldið hjá Landsverki sjálvandi havt úr at gera. Her eru nakrar myndir – onkrar eitt sindur sermerktar – sum maskinførarar í vetrarhaldinum hjá stovninum hava tikið.
Myndirnar eru frá ávikavist Oyndarfjarðarvegnum, Oyggjarvegnum og Selatraðarvegnum. Tann seinasta myndin er tikin beint áðrenn middag í dag við vevmyndatólinum hjá Landsverki á Sornfelli.