Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndarøð: Rita1tíma

Í sambandi við tiltakið Rita1tíma, skipaði KT-felagið fyri myndakapping millum allar skúlaflokkar, sum luttóku og sendu myndir inn.

Rita1tíma er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.
 
Sum part av tiltakinum skipaði KT-felagið fyri myndakapping. Vinnarin av #Rita1tíma myndakappingini gjørdist 9.z á Skúlatrøð. Lærari er Heini Ziska Dahl.
  
Hesir skúlar hava luttikið til #Rita1tíma:
Skúlin á Argjahamri
Eysturskúlin 
Skúlin við Løkin
Skúlin við Løgmannabreyt
Stranda skúli
Skúlin á Fløtum
Frískúlin í Havn
Skúlatrøð
 
Hesar myndirnar vóru eisini við í lutakastinum: