Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndarøð frá stovnan av handilskamari

Á hátíðarhaldi í Müllers Pakkhúsi í gjár varð ein ætlanaryvirlýsing um at stovna føroyskt-íslendskt handilskamar undirritað.

Talan er um eitt "Chamber of Commerce" sum skal stuðla vinnuligum samstarvi av øllum handa slagi.

Tað vóru Gísli Gíslason, stjóri Faxaflóahafna sf, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum undirritaðu ætlanaryvirlýsingina, eftir at Gisli Gislason, Joanna Djurhuus, deildarleiðari á Vinnumálaráðnum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, høvdu hildið røðu.

Undirhaldið stóð kendi íslendski troubadururin KK fyri, meðan Elis Poulsen var orðstýrari.

Kelda. www.torshavn.fo