Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MVG– og tollfrítøkan á postsendingum eigur at avtakast

Handilsvinnufelagið hevur sent áheitan til Fíggjarmálaráðharran um at avtaka MVG- og tollfrítøkuna á postsendingum. 

Handilsvinnufelagið hevur ta áskoðan, at talan er um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll. 

Felagið hevur ta áskoðan, at antin er MVG á eini vøru, ella er tað ikki. Munur eigur ikki at vera á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum.

Handilsvinnufelagið mælir tí til:

1) Avtøku av MVG-frítøkuni á smærri pakkum úr útlandinum
2) Avtøku av tollmarkinum á smærri pakkum úr útlandinum

Støðan í dag er honn, at føroyingar í nógv størri mun enn áður keypa vørur á internetinum. Hetta er eitt altjóða rák, sum er vaksandi. Undan jólum í fjør vísti Posta á, at talið á pakkasendingum úr útlandinum økist. Í 2012 lá vøksturin á 18% og í 2013 á 20%. Nógv kemur úr Kina, men ein partur kemur eisini úr Onglandi og Týsklandi.

Tað er eyðsæð, at henda gongdin rakar føroyska handilsvinnu. Soleiðis sum landsins lógir eru háttaðar í løtuni, er tað ógvuliga attraktivt at keypa frá útlendskum handlum, tá ið smærri pakkar verða frátiknir toll og MVG. Umframt høgar rakstrarútreiðslur eru eisini gjøldini í almennar kassar við til at gera tað trupult hjá føroysku handilsvinnuni at kappast við nethandlar í útlandinum.

Umleið 12 % av løntakarunum í Føroyum arbeiða innan vinnugreinina. Handilsvinnan er sostatt ein tann størsta vinnugreinin í Føroyum sæð í mun til tal á starvsfólki, sum starvast har. 

Hóast búskaparligu framgongdina í samfelagnum seinastu tíðina, so er eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni. Innflutningurin av teimum ódrúgvu og hálvdrúgvu vørunum stendur stórt sæð í stað. Treysti-vísitalið hjá føroysku húsarhaldunum er størri enn nakrantíð, men kortini er lutfallið millum MVG-inntøkur landskassans og lønargjaldingar minkað rættiliga nógv. Hetta merkir, at privata nýtslan liggur á einum rættiliga lágum støði. Hetta er ikki gott fyri handilsvinnuna, men hetta er heldur ikki gott fyri búskaparvøksturin.

Handilsvinnan hevur einki ímóti, at fólk keypa á netinum, men tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum.

Føroyska handilsvinnan saknar kappingarførar treytir at virka undir og heitir staðiliga á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu.

Vegna Handilsvinnufelagið

Tummas Hanus Dam, formaður