Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi til ummælis

Til ummælis: Leingja umsóknarfreist fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald liggur til ummælis. 

Orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram, er, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ynskir at leingja freistina fyri at søkja um MVG-afturbering sambært §3a í MVG-lógini. Hetta er orsakað av, at ynskt verður at stuðla felagsskapum – eitt nú innan ítrótt, mentan og átrúnað – ið gera íløgur í bygningar, við at hesi ikki skulu rinda MVG av íløguni. Henda lógarbroyting ger, at kostnaðurin av íløgum innan virksemi, ið er ikki-vinnuligt, almannagagnligt og heilt ella partvíst sjálvboðið, gerst 20% lægri enn hann hevði verið, um 25% MVG varð lagt afturat íløgukostnaðinum.

Uppskotið kann lesast her.

Møgulig ummælissvar skulu sendast til fmr@fmr.fo

Svarfreistin er týsdagin 26. februar 2019.

Fíggjarmálaráðið