Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mussa meg har eg eri hægst, tá eg seti eplir niður

Svarið frá heilsumálaráðnum kom í dag eftir 14 daga bíðitíð og er viðlagt.

Mussurin verður av ongum, og pappírini kunnu tey stinga skrát upp. Ein longri donsktýdd kopierað svada um føroyskar illaviðfarnar sjúklingar í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum pappírsjungulin skal leiða til Danmarkar til mánaðarlangar sonderingar, sum um føroyingar ikki eru førir fyri at meta um og taka kvalifiseraða støðu til.  

Ella hvør dugur ikki at taka støðu til aktuella málið, har eg tvær ferðir var um at liggja lík av starvsfólkanna líkasælu ella inkompetencu og har einans intens fyrstahjálp gjørdi, at eg í heila tikið siti her. Tøkk havi teir, ið framdu tað verkið.  

Sjálvandi átti og eiga teir, ið ábyrgduna áttu fyri skaðagerðina at fingið eina kraftiga átalu, og annars átti skaðakompensatión at verið útgoldin. Tað skilir hvørt barn. Men at sovsa tílík mál inn, í vónini um, at offrini lúgvast, missa móti og geva skarvin yvir, soleiðis at málini koyra víðari uttan at nakað hendur, er væl saktans ein stórur partur av strategiini.  

Míni pappírir eru longu farin í pappírskurvina, so teir, ið framdu brotsverkið, kunnu bert halda áfram har teir sleptu. Eg geri so ikki meira við tað.

Dagfinnur Danbjørg



Kæruvegleiðing til Dagfinn Danbjørg.docx

vegleiðing um kærumøguleikar í heilsuverkinum.pdf

vegleiðing um møguleikar fyri endurgjaldi.pdf