Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkskúlin samtyktur

Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at fara undir at projektera nýggjan Musikkskúla við Norðurlandahúsið í Havn.

Allir tólv býráðslimirnir, sum vóru á fundi, tóku undir við tilmælinum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini.

Býráðslimir mettu hetta sum eina søguliga avgerð til frama fyri ungdómin og tónlistalívið í høvuðsstaðnum.

Býráðslimir staðfestu, at í roynd og veru hevur býráðið leingi viljað musikkskúlanum væl, men tað hevur tikið tíð at koma til hesa ítøkiligu niðurstøðu.

Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini fegnast um, at nú kann av álvara farast undir at projektera skúlan, sum arkitekturin Mayfinn Norðoy hevur gjørt eitt áhugavert skitsuprojekt av í góðum samstarvi við ein lærarabólk á Musikkskúlanum og aðrar ráðgevar.

- Hetta er eitt stórt stig fram á leið fyri tað tónleikalív, sum vit eru so fegin í býnum. Vit fegnast eisini um, at Náttúrfriðingarnevndin tók undir við okkum at staðið er tað rætta at byggja bygningin og at skúlin verður eitt prýði fyri økið við Kringvarpið og Norðurlandahúsið, sigur hann..

- Í hesum umfarinum eru játtaðar tilsamans 5,2 mió krónur til projekteringina og samtykt er at fara í samráðingar við ráðgevar, sum hava boðið upp á ráðgevingina.