Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkskúlin og Reinsaríið í gongd

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:

Eitt avgerandi stig er nú tikið í einum drúgvum máli í Tórshavnar kommunu seinastu býráðssetuna. Málið er av ymsum orsøkum seinkað um eitt ár, eitt nú av viðgerð hjá friðingarmyndugleikum, men nú er komið hagar til, at farast kann av álvara undir at projektera Musikkskúlan.

Tórshavnar kommuna hevur júst undirskrivað sáttmálar við teir ráðgevarar, sum skula luttaka í projekteringini. Á odda fyri liðnum er arkitektavirkið Kontrast hjá Mayfinni Norðoy, sum hevur teknað uppskotið til Musikkskúlan, ið skal byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið.

Aðrir ráðgevar í toyminum eru Landsbyggifelagð, HMP Consult og SMJ Consult. Projekteringin verður liðug hálvan september næsta ár, og arbeiðið at byggja sjálvan skúlan verður boðið út um eitt lítið ár.

Nýggi Musikkskúlin verður um 2000 fermetrar til støddar. Í núverandi hølum hevur Tórshavnar Musikkskúli einar 700 fermetrar tøkar. Musikkskúlin verður í tveimum bygningum. Í tí størra verða frálæruhølini, felags høli og høli til umsiting.

Tann minni bygningurin verður eitt orkesturhøli, har stór og smá kór og orkestur kunna venja og hava framførslur. Einar 12 mió kr eru tøkar til byggingina árið 2013 út.

Tórshavnar kommuna væntar sær nógv av nýggja musikkskúlanum, og arkitekturin Mayfinn Norðoy ivast ikki í, at byggiætlanin verður eitt gott vørumerki hjá hansara felag tey komandi árini.

Sama arkitektafelag arbeiðir við at byggja Reinsaríið í Tórsgøtu um til spælistað fyri tónleikarar. Har er so gott sum klárt at fara undir arbeiðið, og býráðið hevur játtað um 5 mió kr til endamálið.

Á Reinsarínum verður fyri ein part latið upp millum niðastu og næstniðastu hædd, so tónleikurin ljómar betur í húsinum, har lágt er millum loft og gólv í hvørjari hædd sær.

Tónleikarar í Havn hava í áravís longst spælistaðnum, sum verður innrættað í sjálvari býarins mentunargøtu.

---