Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkskúlin: Farið so undir hasa verkætlanina við verandi játtan!

- eg má siga, at tað er nógv fyri, at vera vitni til slíkan glantrileik!

Eg lovaði mær sjálvum, at eg skuldi IKKI leggja meg út í hetta, men við lærarunum, familjunum og talentunum í huga, kann eg ikki lata mítt síðsta orð verða sagt, tíverri!

Tað er ómetaliga nógv fyri, at ALT annað í hesi kommununi sleppur at fara ígjøgnum skipanina, meðan hetta bara skal dragast út og verða SÚLTAÐ á henda hátt.

Nú er støðan innan valdsbýtið í kommununi nokkso serstakt, men veit eg ikki, hvat hesir politikarnir, vit hava valt inn, halda um støðuna, men hetta er farið LANGT út um alt sømiligt mark!

Tað kemur mær fyri, at ekkóið líkasum liggur í luftini, tá mentanin var frammi í løgtinginum, at hesi fólkini yvirhøvur ikki leggja stórvegis í hetta og hava, heilt einfalt, ikki skil fyri hesum!

Í okkara grannalondum hava tey langt síðani “sæð ljósið,” meðan vit fara við okkara komandi talentum á henda hátt!!

Hetta er heilt ómetaliga svárt og harmiligt, tí eg hugsi nógv um tær arbeiðsumstøður og tann miss, vit eru fyri!

Nú hava sokallaðu politikararnir komið hvørjum øðrum á kroppi og sagt hesum fólkunum, at hann kemur, men spurningurin er bara nær?

HESI HAVA BÍÐA Í SKJÓTT 25 ÁR, ER TAÐ IKKI NOKK?!

Tað hevur verið tosað um eina ella aðra játtan, sum ikki fer at halda, men tað kann ikki vera so “matimatiskt” torført, at gera eina verkætlan við verandi játtan og so lata upp fyri møguleikanum at byggja út?

Eg sigi tað, sum eg ofta havi sagt, at hetta økið hevur veruliga ONGAN góðan og er eitt politiskt “leikutoy” til hvørt val, meðan veruligi TAPARIN í hesum er tann einstaki, sum fegin vil sleppa at vísa síni evnir! Tað er eisini víst á hetta fleiri ferðir, at tónleikalig frálæra stimbrar innlæringina, so her var kanska eisini okkurt at hugsa um!

Góðar páskir!

Fríðálvur A. Jensen