Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MUSIKKSKÚLIN BOÐIN ÚT HÁLVAN JUNI

Síðsta hond verður nú løgd á prosjekteringina av musikkskúlanum við Landavegin. Fyrr í vár samtykti bygginevndin fyri musikkskúlan at mæla býráðnum til at vaksa um verkætlanina soleiðis, at bøtast kundi uppá manglar og vansar í upprunaverkætlanini, ið umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla høvdu víst á.

 Samlaða byggingin er nú 2.599 bruttofermetrar. Við hesum verður møguligt at byggja eitt størri orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur eisini er ætlað til framførslur við upp til 350 áhoyrarum.

 Bygningurin er harumframt gjørdur meira rúmligur og innbjóðandi hjá næmingum og vitjandi, eins og umstøðurnar til leiðslu og starvsfólk eru vorðnar betri. 

 Bygginevndin hevur harumframt avgjørt, at skúlin skal hitast við fjarhita.

 Í dag varð ískoyti til ráðgevarasáttmálan undirskrivað við høvuðsráðgevan Kontrast, sum fevnir um omanfyri nevndu prosjektbroytingar. 

 Sambært tíðarætlanin verður musikkskúlabyggingin boðin út um hálvan juni í ár.