Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkskúlalógin tekur ávirkan frá lærarunum

Musikklærarafelagið harmast um, at Løgtingið við nýggju musikkskúlalógini ikki hevur valt at taka áheitanirnar hjá felagnum til eftirtektar.

Við lógini avloysir eitt námsfrøðiligt ráð lærararáðið, sum er í Tórshavnar Musikkskúla í dag. Fýra  musikkskúlar uttan fyri Havnina fáa nú álagt at hava eitt námsfrøðiligt ráð uttan at hava havt nakað lærararáð áðrenn. Í námsfrøðiliga ráðnum er skúlastjórin formaður, og hetta flytur ávirkanina frá lærarunum til skúlaleiðslurnar. Tað er sera óheppið. Hetta er ikki arbeiðssetningurin í lógarsmíðnum, ið var at gera verandi vælvirkandi praksis til lóg.

Lærararáðið í Tórshavnar Musikkskúla hevur virkað væl, og Musikklærarafelagið er ikki vitandi um, at ynski hevur verið um at broyta skipanina við lærararáðum. Tað tykist, sum at Mentamálaráðið við hesi lóg hevur lánt partin um námsfrøðiligt ráð frá fólkaskúlalógini, samstundis sum tað hevur valt partin við skúlastýrið frá. 

Úrslitið er, at lógin styrkir leiklutin hjá lokalu skúlaleiðsluni, og lærararnir hava bert ein viðfáning av tí ávirkan, sum teir høvdu frammanundan.

Felagið saknar grundgevingar fyri at broyta eina vælvirkandi skipan og hevði vónað, at Løgtingið tók hoyringarsvarið til eftirtektar. Vit heita nú á Føroya Løgting um at laga tað so, at musikkskúlarnir fáa skúlastýri, so at javnvág aftur kemur í musikkskúlaskipanina. Skúlastýrið skal vera mannað av tveimum valdum foreldrum, einum læraraumboði, einum umboði fyri kommunustýrið og skúlastjóranum, ið er skrivari.