Musikkskúla Miðnám á vegamóti
10 næmingar hava í vikuni fingið prógv á Musikkskúla Miðnámi í Havn, og átta nýggir næmingar eru tiknir inn á skúlan at byrja eftir summarfrítíðina.
Tá næmingarnir fingu handað síni prógv á samkomu í mentamálaráðnum týsdagin hildu Bo Isholm, skúlastjóri, Kjartan Nolsø Jespersen, næmingur, og Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, røður.
Jógvan Arge segði millum annað:
“Tað er mær ein heiður at siga nøkur orð, nú tit hava lokið prógv á Musikkskúla Miðnámi. Tórshavnar Musikkskúli og lærarar har fóru av sínum eintingum undir hesa undirvísing á miðnámsstigi í 2005.
Stórur tørvur var á eini miðnámsútbúgving fyri tey evnaríkastu ungfólkini innan tónleik. Málini vóru høg. Frálæran skuldi ikki bert vera ájavnt tað, sum grannalondini høvdu at bjóða. Nei, hon skuldi helst vera betri.
Tað er ein royndur lutur, at ungfólk, sum ikki fáa nóg góð tilboð, leita aðrar leiðir. Skipanin við Musikkskúla Miðnáminum er nú galdandi fyri tónleikarar úr øllum Føroyum, rútmiskar og klassiskar, og er tað Tórshavnar Musikkskúli, ið tekur sær av tí dagliga rakstrinum.
Í heimligum umhvørvi
Einir 8 næmingar sleppa inn á hvøjum ári. Nógv fleiri søkja og nógv fleiri eru skikkað, men pláss er ikki fyri fleiri. So at vera tikin inn, er sum at koma ígjøgnum nálareygað.
Tað er at fegnast um, at eisini næmingar av bygd leita til høvuðsstaðin at nema sær víðari førleika í tónleiki.
Skilji á lagnum, at ein triðingur av næmingunum, sum hava lokið prógv hesi seinastu árini, koma av bygd. Mær er eisini sagt, at ein stórur partur av teimum, ið sluppu ígjøgnum nálareygað hesuferð, nú upptøkuroyndir vóru í mei mánaða, eru ungdómar av bygd.
Hugaligt er, at tit, ið her fáa progvini handað, hava fingið eina holla grundútbúgving í tónleiki og at tit í heimligum umhvørvi hava nýtt tíðina at fyrireika tykkum til upptøkuroynd uttanlands.
Fyrr var vanligt, at næmingar leitaðu sær uttanlands á ymsar tónleikaháskúlar, fyrireikandi skeið og annað at menna seg til ta altavgerandi royndina at sleppa inn á lærustovnum uttanlands. Hetta er nærum óneyðugt í dag, tí Musikkskula Miðnám nøktar henda tørvin, og samfelagið bæði sparir og vinnur nógv.
Koma vónandi aftur
Tey, sum fáa prógv í dag, eru longu áðrenn tey fara av landinum virkin í teimum ymsu orkestrunum, m.a. Føroya Symfoniorkestri og í alskyns øðrum tónleikahøpi. Vónin er sjálvandi, at tey vitja aftur undir lesnaðinum at framføra á konsertum og tiltøkum.
Sannlíkindini verða tá nógv størri fyri, at tey leita sær heim aftur eftir lokna útbúgving, tí tey fara at kenna seg sum føroyskar tónleikarar við tilknýti til tónleikaumvørvi okkara.
Fleiri tykkara eru komin ígjøgnum nálareygað á lærdum tónlistarskúla. Hesum ynskja vit tykkum til lukku við og vit vóna, at tykkum fer at gangast væl á yrkisleið tykkara.
Nøkur tykkara eru enn ikki púra vís í, hvagar leiðin gongur, og tað eigur eisini at vera so í tykkara aldri. Nógvir møguleikar eru, og heimurin er víðopin fyri tykkum.
Virðilig heilsan
Vit eiga at fegnast um, at sjøtil er settur á eitt fyrireikandi arbeiði millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommunu, at fáa hesa útbúgving endaliga góðkenda, og harvið knæsetta millum hinar miðnámsútbúgvingarnar.
Býráðið raðfestir tað virksemi, ið fer fram á Musikkskúlanum shøgt, og átakið Musikkskúla Miðnám, ið nærum er vorðið flaggskip musikkskúlans, er eitt prógv um hetta.
Eina tíð hava vit arbeitt við at fáa til vega nýggjan musikkskúla í býnum. Seinast, eg var til eitt slíkt høvi, nevndi eg, at mangir leikir kunna vera í longum talvi. So er, men arbeiðið er komið nakað áleiðis, nakrar milliónir eru settar av til endamálið og vónandi verður gott nýtt at frætta í næstum.
Tað hevði verið ein virðilig heilsan, nú 70 áru eru síðani Tórshavnar Musikkskúli í síni fyrtsu útgávu varð settur á stovn í 1942.
Njótið tit nú henda dagin saman við tykkara og blíðan byr á tónleikaleið tykkara.
Vegna Tórshavnar Kommunu fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum, segði Jógvan Arge. .
---
Næmingar, ið hava lokið prógv mei 2012:
Anna á Váli Smith – Tórshavn - sello/Jens Chr. Guttesen
Ragnar F. Andreasen – Tórshavn - violin/Sámal Petersen
Rúni Hentze - Kambsdalur - trompet/Ken Jones
Birita Mortensen - Tórshavn - trombon/Ken Jones
Maria Olsen - Norðragøta – gittar/Ólavur Jakobsen
Per I.H. Petersen –Tórshavn - trummur/Jónleif Jensen
Remi K. Johannesen – Tórshavn - trummur/Jónleif Jensen
Karl Andrias Stórá – Tórshavn - bass/Bjarki Meitil
Jan Rúni Poulsen - Fuglafjørður - slagverk/Rúni Mouritsen
Kjartan Nolsøe Jespersen – Tórshavn - sello/Jens Chr. Guttesen