Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Munnligur fyrispurningur um vegskatt í sambandi við eigaraskifti av akførum

LØGTINGIÐ: Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen um vegskatt í sambandi við eigaraskifti av akførum

Ætlar landsstýrismaðurin at broyta verandi mannagongd í sambandi við eigaraskifti av akførum, so at gjaldið, ið goldið er inn fyri vegskatt, verður afturgoldið til seljaran og ikki sum nú, fylgir við bilinum?

Viðmerkingar

Hesin spurningur verður settur, tí eg havi ongantíð skilt, hví tað skal vera so, at tá ein selur eitt akfar, skal vegskatturin fylgja akfarinum og ikki eigaranum. Tað vil siga, at um eg selji ein bil og júst havi goldið vegskatt fyri bilin, missi eg tann peningin, ið er goldin fram í tíðina fyri vegskatt av akfarinum, nýggi eigarin fær sostatt loyvi at koyra ókeypis fyri vegskattin, eg havi goldið. Um eg síðani keypi mær ein annan brúktan bil, og tað vísir seg, at bilurin er í eftirstøðu fyri vegskatt, skal eg bæði gjalda eftirstøðuna og tað komandi gjaldið fyri bilin.

Nógv fólk vita ikki av hesum, tí tey ganga út frá, at tá ein fær peningin aftur, fyri trygging av bilinum frá tí degi, eigaraskifti fer fram, er tað sama galdandi fyri vegskatt, og eru nógv blivin heilt illa við av hesum. Tað hevur eisini tað við sær, at fólk, ið vita av hesum, himprast við at selja eitt akfar, tá vegskatturin nýliga er goldin fyri akfarið, ella umvent, fólk bíða við at selja eitt akfar til gjaldið fyri vegskatt er við at ganga út.

Fyri at fáa greiðu á hesum og fyri at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at broyta verandi mannagongd, verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Jóna M. Mortensen