Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mundi verði dripin í fongslinum

Vágbingurin, Jens Arne Kjærbæk, varð login pedofilur. Tað kom at kosta honum dýrt í fongslinum. Les eisini um mannin, sum misti beinið av kleyvarskapi, hvussu hann hevði umdømi, sum harðskapsmaðurin, ið helt saman við rokkarum, men fann Jesus og frelsuna…

Tó at Jens Arne hevur funnið sær nýggja unnustu, so skulu tey ikki sleppa at nýta samlívið saman, tí knappliga skulu øll leggja oyru til, at Jens Arne Kjærbæk hevur misbrúkt pappdóttrina, og tey, sum hava fylgt við minnast, at hendan dótturin var og vitjaði pápan, sum bæði var harðligur, og hevði gjørt seg inn á dóttrina seksuelt, men hesa seinnu skuldsetingina bleiv pápin spardur fyri.

Hesa skuldseting arvaði so Jens Arne Kjærbæk, í staðin, tí nú høvdu bæði mamman og dóttirin, nakað at hevna, og tær gingu tí saman um hesa grundleysu skuldseting, sum er so ómetaliga ring at bera, tí misbrúk av børnum er bara nakað, eingin kann ella vil góðtaka, sigur Jens Arne.

Trupulleikin hjá Jens Arna er, at pástandurin er falskur, men hevur lygnin fyrst fingið fastatøkur í fólki, so er tað ikki til at sleppa av aftur við. Tað var meðan Jens Arne Kjærbæk sat í fongsli, at tað rættiliga bleiv óhugnaligt, tí í donskum fongslum kann umdømi, sum barnalokkari, pedofilur, ella bara ein, ið ger seg inn á smábørn, kosta lív.

Greinin stóð í Oyggjatíðindi 1. apríl 2011, og kann keypast her fyri bara 7,50:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Add to Cart