Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Munandi inntøkur við yvirtøku av loftrúminum

Í samband við fyrispurning til løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, m.a. í viðmerkingunum, at uppskotið hjá flokkinum um yvirtøku av loftrúminum, hevur fingið størri trúvirði eftir at norskir fjølmiðlar siga frá, at loftferðslufelagið Avinor í ár roknar við eini inntøku uppá 120 mió. kr, bara frá flogførum, ið ferðast gjøgnum norskt loftrúm.

Spurningurin er soljóðandi:

Hvørji stig eru tikin fyri at fremja samtyktina frá 2. mai, 2012 um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum?

Hevur nakar fundur verið við donsku stjórnina um málið. Um so er, hvat er komið burturúr ?

Hevur nakar fundur ella samskifti verið á embætisstigi millum danskar og føroyskar myndugleikar um málið ?

Kann løgmaður upplýsa hvussu stórt árliga gjaldið er – sum Danmark og Ísland – fáa fyri at flogfør flúgva í loftrúminum yvir Føroyum? 

Er talan um upphæddir millum 50 – 100 milliónir árliga?

Ætlar landsstýrið - meðan samráðingarnar eru við donsku stjórnina um at yvirtaka loftrúmið – at krevja, part av árliga gjaldinum ?

Hevur landsstýrið tryggja sær at danska stjórnin – meðan samráðingarnar fara fram - ikki leingir ella ger nýggjar avtalur við nakran um at umsita loftrúmið yvir Føroyum ?

Er landsstýrið av somu fatan sum uppskotsstillarin at yvirtøkan av loftrúminum kann geva nýggj føroysk vitunartung arbeiðspláss ?

Metir landsstýrið at inntøkurnar frá yvirflúgvingini kunnu brúkast til at uppbyggja eina føroyska loftferðslutænastu, og ikki minst byggja upp eina góða og sterka føroyska veðurtænastu, sum í dag er nærum ikki er til ?

Føroyar er við í samstarvinum um at skipa virksemi í Norðuratlantshavið og Arktis. Ætlar landsstýrið í hesum sambandi at tryggja at loftrúmið kemur undir føroyskan ræðisrætt og soleiðis verja føroysk rættindi ?

Viðmerkingar :

2. mai, 2012 samtykti Løgtingið, at farast skuldi undir samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku av føroyska loftrúminum.

Fyrispurningur er settur tí at málið er háaktuelt, kann hava stóran búskaparligan týdning og tí at uppskotið frá Framsókn hevði ávísar óvissur, sum landsstýri skuldi arbeiða við og kanna betur.

Bert neyvari kanningar kunnu vátta um hvussu stór ferðslan er í føroyskum loftrúmi. Føroyska ferðslan er ikki hagtalslýst sjálvstøðugt, men er partur av íslendsku ferðslutølunum. Hesi tøl kenna vit ikki, men ein meting, gjørd út frá samlaðu yvirflúgvingarferðsluni - sum Ísland umsitur – vísir, at parturin í føroyskum loftrúmi, mest sannlíkt liggur um 50% av íslendsku tølunum. Her skal ein hava í huga, hvussu navigerað verður frá Europa og Miðeystri til Norðuramerika , og at flestu av hesum flogførum samstundis eisini eru millum heimsins størstu. Hetta er eisini í samsvari við tær royndir, føroyskir flogskiparar gera hvønn dag í vanliga yrki teirra yvir Norðuratlantshavi. Ein varislig meting er, at vit tosa um inntøkur uppá millum 50 til 100 mió. Peningurin skal brúkast til at uppbyggja eina føroyska loftferðslutænastu m.a. ein góða føroyska veðurtænastu, sum í dag nærum ikki er til. Somuleiðis ber til at styrkja SAR tænastuna. Ísland hevur mong ár brúkt yvirflúgvingarinntøkurnar til at byggja upp eina sterka veður- og bjargingartænastu.

Endamálið við uppskotinum, er at yvirtaka umsitingina av loftrúminum yvir Føroyum, og at fáa ræðisrættin á føroyskum loftrúmi. Á tann hátt kunnu vit samstundis skapa 50-100 nýggj vitanartung arbeiðspláss í Føroyum, og menna føroyska flogvinnuøkið sum heild.

Sambært avtalu millum Danmark og Ísland, umsitur Ísland loftrúmið yvir Føroyum. Fyri hvørt flogfar, ið flýgur uppi yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald. Gjaldið er roknað út eftir hvussu tungt flogfarið er. Altjóða sáttmálin um yvirflúgvingar er ein sokallaður non-profit sáttmáli. Lond skulu sostatt ikki hava yvirskot av at umsita loftrúmið, men nýta peningin til at skipa fyri tryggari flogferðslu gjøgnum loftrúmið. Peningurin kann eisini brúkast til at veita og menna tænastur sum Search And Rescue og veðurtænastu.

Føroyar eru partur av samstarvinum um at skipa virksemið í Norðuratlantshavinum og Arktis. Tað er í hesum sambandi sera týdningarmikið, at Føroyar verja føroysk áhugamál og tryggja, at føroyskt loftrúm ikki verður latið øðrum felagsskapi ella landi at umsita. Hetta eigur ikki at henda og tí er umráðandi, at landsstýrið skjótast til ber, boðar donsku stjórnini frá krøvum okkara, at yvirtaka ræðisrættin á føroyska loftrúminum.

Uppskotið hjá Framsókn um yvirtøku av loftrúminum, hevur fingið størri trúvirði eftir at norskir fjølmiðlar siga frá, at loftferðslufelagið Avinor í ár roknar við eini inntøku uppá 120 mió. kr, bara frá flogførum, ið ferðast gjøgnum norskt loftrúm.

Hvørja ferð tú sær eina hvíta rípu fara eftir himmalinum, merkir tað mist inntøka. Spurningurin er so, hvussu leingi aftrat vit skulu kaga upp í himmalin, áðrenn vit krevja okkara rætt.

Løgmaður sigur í síni røðu á Norðurlandaráðsfundinum 2012 at semja er um, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman í Arktis og í Norðuratlantshavinum. Vit skulu sjálvandi vera við til at verja okkara rættindi í økinum kring okkum sjálvi. Tí skulu vit sjálvandi eisini luttaka í øllum viðkomandi samstarvi á økinum á jøvnum føti við grannar okkara.

Vit í Framsókn eru samd við løgmanni og meta, at tað er av alstórum týdningi, at vit - í sambandi við samráðingar við donsku stjórnina um ræðisrættin í føroyskum loftrúmi – ikki sova í tímanum, men fara til verka og tryggja føroyska samfelagnum ræðisrættin á føroyska loftrúminum.

Tórshavn 3. januar, 2013

Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn