Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mugu upplýsa betri um rætt til heima- og sjúkuundirvísing

Tá børn verða send til Danmarkar ella uttanlands í sjúkuviðgerð, ella av øðrum orsøkum eru forðað í at fara í skúla, hava tey rætt til heima- og sjúkuundirvísing.  Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, metir tað tó vera ein trupulleika, at hesi foreldur ikki altíð nóg væl vera kunnaði um hvørji rættindi tey hava.

Sjálvstýri: 

Hann heldur ikki, at man kann rokna við, at foreldur í slíkari støðu hava møguleikar og orku til annað enn at vera um sjúka barnið. Tí metir hann tað vera neyðugt,  at fáa hesi rættindi staðfest og kunna væl út til allar borgarar. 

Jógvan Skorheim vísir víðari á, at tað er ikki bert við viðgerð uttanlands, at børn missa undirvísing. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir, so sum happing ella annað, ið ger, at børnini ikki vilja ella tora í skúla. Skúlagongdin er ein so grundleggjandi partur av uppvøkstrinum og menningini, og tí er neyðugt, at myndugleikin ger alt fyri at lýsa hetta væl og virðiliga, so einki barn dettur niðurímillum, sigur hann.

Hann mælir til seinast til, at man frameftir má tryggja, at øll børn ið eru burtur frá skúla í longri enn tvær vikur, fáa undirvísing, um heilsustøða teirra annars loyvir tí.

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftinum hevur Jógvan Skorheim sent landstýriskvinnuni í Skúlamálum, Honnu Jensen, soljóðandi fyrispurning  eftir grein 52a í Tingskipanini: 

Hvør hevur ábyrgdina av at taka stig til, at børn, sum verða send til Danmarkar ella uttanlands í sjúkuviðgerð, ella av øðrum orsøkum eru forðað í at fara í skúla, fáa heimaundirvísing?