Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mugu leggja ætlanir fyri framtíðarnýtslu av tilfeinginum

- Fólkafráflyting er ikki rætti mátin at minka um burturkast og dálking, segði ein væluppløgd Jóhanna Olsen m.a. í røðu sínari tá Umhvørvisvikan 2012 hjá Tórshavnar kommunu fór av bakkastokki

Fyriskipararnir av Umhvørvisvikuni 2012 hjá Tórshavnar kommunu høvdu boðið Jóhonnu Olsen, stjóra á Umhvørvisstovuni til setanina sunnudagin 29 apríl at hugleiða um umhvørvið. ** Niðanfyri er røðan hjá Jóhonnu Olsen endurgivin:

Góðan dag,

- Havnin skal skína – kommunan skal skína! Eg haldi meg hoyra eitt slag av endurnýtslu í heitinum, sum Tórshavnar kommuna hevur valt at kalla Umhvørvisvikuna í ár. Hvat mann liggja aftanfyri hetta so poleraða heitið? Tað fara vit helst at hoyra meiri um hesa vikuna, nú Tórshavnar kommuna setur umhvørvið á breddan.

- Fyrst fari eg at skrúva tíðina nøkur fá ár aftur, tá ein bólkur av næmingum frá einum fólkaskúla var og vitjaði okkum á Umhvørvisstovuni. Endamálið við vitjanini var at savna tilfar til eina verkætlan, ið næmingarnir vóru í gongd við. Evnið, sum næmingarnir høvdu valt at djúpa seg í, var nýtsla av sápu og kemiskum evnum. Og ein av spurningunum frá teimum var, hví vit vaska alt so reint, og tá samstundis dálka umhvørvið við øllum sápurestunum frá reingerðini í húsarhaldinum. Hóast unga aldurin hjá næmingunum, vakti stóra nýtslan av kemiskum evnum í húsarhaldinum stóra undran, tí øll henda nýtsla, ið skal gera alt so skínandi reint heima við hús, dálkar heimið hjá fiski og øðrum dýrum. Tað hildu tey verða sera mótstríðandi. Og rætt er, vit mugu ansa eftir at ikki bara yvirflatan er skínandi rein, meðan gruggið hópar seg saman undir yvirflatuni.

- Eg havi fleiri ferðir síðani hugsa um, hvussu skilagóðir hesir næmingar vóru. At tey stillaðu kritiskar spurningar, og viðgjørdu hesar í uppgávuni, ið staðin fyri at leypa uppum har garðurin er lægstur og kopiera útflýggjaða tilfarið yvir í uppgávuna, tað er tekin um gott arbeiði. Tað er so hugaligt at síggja eldhugaðan ungdóm sum um nøkur ár skulu yvirtaka uppgávurnar og ábyrgdina frá okkum. Vónandi verða tey verandi í Føroyum, ella venda nøsina heimaftur eftir loknan lestur. - Skapa vit ikki umstøður í hesum landi hjá komandi ættarliðum at búgva, arbeiða, trívast og nøra seg í, ja, so verður lætt at fáa kommununa at skína. Eingi fólk, einki burturkast, ongar kloakkleiðingar – kanska eingin umhvørvistrupulleiki. Men tað er ikki soleiðis vit eiga at fáa kommununa at skína!

- Tað eru í ár 20 ár síðani stóra ST ráðstevnan um umhvørvið og menning varð hildin í Rio de Janeiro, og seinni í ár verður ein uppfylgjandi ST ráðstevna aftur hildin í Rio de Janeiro, har m.a. status fyri ætlanir fyri burðardygga menning verður gjørt. Tað, sum spurdist burtur úr ráðstevnuni fyri 20 árum síðani, var m.a. Agenda 21 skjalið. Við hesum skjali samdust londini um, at arbeiðast mátti fyri at bøta um umsitingina av náttúrutilfeinginum og fyri at minka um støðugu dálkingina á umhvørvið. Føroya landsstýrið hevur tikið undir við Agenda 21 skjalinum, og hetta merkir millum annað, at vit skulu leggja eina ætlan fyri burðardygga menning. Eina beinleiðis ætlan fyri burðardygga menning hava vit tíverri ikki fingið enn, hóast tað fyri 10 árum síðani varð gjørt eitt uppskot til ein slíka ætlan.

- Hinvegin hava fleiri kommunur tikið undir við Grøna skjalinum, sum er ein yvirlýsing fyri arbeiðið hjá føroysku kommununum fyri burðardyggari menning. Júst hvussu tað gongur við hesum kommunala arbeiði veit eg ikki. Tó veit eg, at tað í dag eru fleiri kommunur, sum leggja stóra orku í at fáa leitt kloakkir í eina spillivatnsskipan og haðani beinleiðis á sjógv. Endamálið við hesum er at tryggja, at dálking ikki stendst av kloakkunum í nærumhvørvinum.

- Skyldan hjá okkum borgarum og øðrum brúkarum av spillivatnsskipanunum er at ansa eftir, hvat vit leiða út og burturbeina. Vit eiga sum samfelag at hugsa okkum væl um, hvat vit burturbeina og hvussu. Og í hesum sambandi kann eg ikki lata verða við at hugsa ódámliga tankan, at vit møguliga eru í gongd við at leiða partar av okkara virðismiklasta tilfeingi burtur frá okkum. Og tað er tilfeingið, ið eg tosaði um fyri løtu síðani, ungu og ágrýtnu næmingarnar – tað eru tekin í sól og mána um at komandi ættarlið flyta av landinum og hava ilt við at venda heima aftur til Føroyar. Hetta er ikki ein burðardygg menning!

- Avbjóðingarnar kunnu tykjast stórar, serliga tá pílarnir venda skeiva vegin. Men karmarnir og potentialið, ið vit hava, er so stórt og gott, og tí er uppgávan avmarkað og yvirkomulig.

- Vit eru so heppin at liva í einum landi við ríkari náttúru, og møguleikar at nýta náttúrunnar tilfeingi eru nógvir og góðir. Vit hava firðir, ið hava bestu karmar hjá smáfiski at vaksa upp í. Á firðunum eru karmarnir at ala fisk á í heimsklassa. Og úr sjóvarfallinum á firðunum ber til at fáa orku - støðuga, varandi orku, ið kann verða støði undir framtíðar orkuframleiðslu. Náttúruna hava vit fingið at brúka burðardygt. Stórsti partur av okkara náttúru er undir havyvirflatuni – tí skínandi og blonku yvirflatuni. Og náttúrunnar ríkidømi okkara klárar enntá at endurnýggja seg, vit eru so heppin sum fá. Vit eru ovurhonds rík, einki at ivast í tí!

- Alt hetta hava vit fingið til láns frá okkara eftirkomarum, og okkara fremst skylda er at umsita tilfeingi soleiðis, at okkara eftirkomarar kunnu yvirtaka náttúruna og hennara tilfeingi í minst líka góðum standi, sum tá vit yvirtóku hetta frá undanfarnu ættarliðum. Og tí er eisini so sera umráðandi at skapa karmar fyri at komandi ættarlið tíma at búseta seg her heima.

- Ná, lat meg eisini tríva í ein jaligan vinkul. Eg haldi meg hóma eitt rák – frá at liva í eini forbrúksmentan, har vit keypa og keypa, fyri síðani at skifta út og blaka burtur, er tilvitanin um góðsku, endurnýtslu og umhvørvið vorðin ein natúrligur partur av tilvitanini hjá fólki. Mítt ættarlið er helst eitt av ættarliðunum sum toppa, tá talan er um forbrúk – og tað er ikki nakað eg eri stolt av og heldur ikki vil verða kend fyri. Men tað, at vit nú gerast meiri tilvitað um okkara brúk av vørum, hevur stóran umhvørvisligan týdning. At vit eru meiri tilvitað um, hvat vit keypa og hvussu nógv vit keypa – og eisini, at tað er vorðið IN at ganga í endurnýtsluklæðum, og at innrætta hús sítt við endurnýtslu innbúgvi. Ja, tað er eitt ómetaliga áhugavert rák. Tí grundtankin í hesum ráki er, at klæðir, innbúgv og líknandi fær eitt longri lív, og hetta hevur við sær at tilfeingisnýtslan og burturkastnøgdir minka – og minni nøgdir av burturkasti, merkir minni dálking.

- Endurnýtsluhandilin á Hjalla, Tinghúsið, sum Dugni hevur skipað saman við Tórshavnar kommunu er eitt frálíkt dømi um, hvussu vit kunnu brúka góðar vørur umaftur og umaftur, og samstundis er hetta beinleiðis til gangs fyri umhvørvið. - Tann kommunala innsavningin av burturkasti í dag fungerar væl. Vit sum borgarar í føroysku kommununum bera dagliga okkara rusk í ruskspannina uttanfyri – og einaferð um vikuna verður posin koyrdur í ruskbilin og fluttur niðan á brennistøðina – og einaferð um vikuna byrja vit trúliga av nýggjum at fylla ruskspannina. Tey flestu av okkum taka tað sum eina sjálvfylgju, at ruskspannin verður tømd, og so geva vit hesi vælvirkandi skipan ikki meiri ans. Skipanin fungerar jú, og okkara gerandisdagur verður ikki nervaður av eini skipan, sum virkar. Og tað er heldur ikki so lætt at ímynda sær, hvussu stórar nøgdirnar av burturkasti eru, so koma frá okkum.

- Eitt tíðarskeið í 90unum var eg í Århus í lestrarørindum, og tá náddi eg eisini at uppliva at skrellimennirnir (sum teir vildu kallast) vóru í verkfalli í fleiri vikur – um eg minnist rætt so var talan um einar 10 vikur. Uttanfyri íbúðarblokkarnar upphópaði burturkastið seg til smærri og størri fjøll, og vit øtaðust um, hvussu nógv burturkastið fylti. Verkfallið vísti mær, hvussu góðar burturkastskipanirnar í veruleikanum eru.

- Og aftanfyri hesa vælvirkandi skipan hava kommunurnar brennistøðir, tyrvingarpláss, skiljiskipanir, endunýtsluskipanir o.s.fr. Dýrar skipanir, ið verða uppaftur dýrari, um vit borgarar ikki skilja burturkastið eftir vegleiðing frá kommunu og myndugleikum. Og verður burturkastið ikki skilt eftir ásetingunum, so verður dálkingin frá hesum enn størri. Vørurnar vit í dag beina burtur eru ofta samansettar av nógvum ymiskum lutum, og meiri samansettar vørurnar eru, størri er týdningurin av, at vørurnar verða burturbeindar á rættan hátt.

- Serliga eru tað vørur, ið innihalda elektroniskar lutir, sum vit skulu ansa eftir ikki at koyra í ruskspannina. Tað veri seg leikur við innbygdum elektronikki, blinkandi barnaskógvar, fartelefonir, el-ketlar o.s.fr. Hetta eigur at fara í endurnýtsluna hjá kommununum, sum síðani skipar fyri at hetta slagið av burturkasti verður skilt sundur, og í fleiri førum verða partar av hesum endurnýttir.

- Ja endurnýttir! Júst sum Tórshavnar kommuna ger í hesum føri. Kommunan skal skína við einum tvisti av endurnýtslu. Jú, jú, heitið er heilt ókey – og so leingi kommunan ikki verður heilt polerað, haldi eg eisini, at heitið hóskar væl til Umhvørvisvikuna. Vónandi taka vit borgarar í kommunum væl undir við hesum frálíka tiltaki, ið gagnar náttúruni og umhvørvinum, og sum fær kommununa at skína, eisini á baksíðuni.

Takk fyri!