Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MOVEMBER 

Dan Klein --- 02.11.2017 - 10:39

Oktober er vorðin november, og nú er aftur tíðin komin hjá monnum at lata skeggvøksturin fáa frið og vaksa sær eitt flott yvirskegg.

Movember, ein samanseting av orðunum mustage og november, er eitt árligt tiltak, har menn kring um í heiminum lata yvirskeggið vaksa fyri at varpa ljós á heilsuna hjá monnum. Tað vísir seg, at menn ikki altíð taka sína heilsustøðu í álvara fyrr enn ov seint er. Um ein krabbameinssjúka, eins og aðrar við, verður staðfest nóg tíðliga, eru góðar vónir fyri at tær verða lektar. Men trupulleikin millum menn er júst hesin, at teir ofta aftra seg við at vera nóg uppsøkjandi viðvíkjandi læknakanningum.
 
Nær varð november broytt til movember? Tað vóru nakrir vinmenn í Melbourne fyri 14 árum síðani, ið hildu, at tað fór at verða stuttligt, um yvirskeggið aftur gjørdist móti. Movember er, í dag,  ein heimsumfatandi felagskapur sum varpar ljós á júst hetta, at lurta eftir ávaringum ið kroppurin gevur. Vit bera yvirskegg allan november mánað fyri at minna hvønn annan á at taka væl um og virða heilsu okkara.
 
Krabbameinsfelagið ynskir eisini at varpa ljós á heilsuna hjá monnum. Í hesum sambandi hevur felagið gjørt eitt endurskin fyri at minna føroyskar menn á at lurta eftir kroppinum og at taka sína heilsu í álvara. Endurskini kann keypast umvegis nethandilin á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á Tjaldurs Apotekið í SMS.
 
Eirikur Ó. Simonsen
Formaður í Prostatabólkinum