Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttøkuskipini ikki vælkomin

Bill Justinussen, hevur sett ein §52a-fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í samband við makrelfiskiskapin.

1. Hvussu nógv tons av makreli eru higartil komin upp av samlaðu kvotuni á 150.000 tons?

2. Hvussu stór hevur miðalveiðan verið um dagin, síðani fyrstu loyvini vórðu útskrivað?

3. Hvussu stór hevur miðalframleiðslan á landi verið um dagin? Hvussu stendur hetta í mát við tað, sum vinnunevndin metti í sínum áliti?

4. Hvør er støða Føroya í mun til umheimin, um vit ikki megna at fiska alla makrelkvotuna?

5. Um móttøkuorkan á landi ikki megnar at taka ímóti øllum makrelinum, metir landsstýrismaðurin tað so vera ein fyrimun ella vansa, at útlendsk móttøkuskip hjálpa okkum at fáa alla kvotuna til hóldar?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at avgjaldið á 2,00 kr. á hvørt kilo av makreli virkar dragandi ella styggjandi fyri útlendsk móttøkuskip?

7. Hvussu nógvir dagar eru eftir av vertstíðini og hvussu nógv tons skulu virkast í miðal um dagin, um vit skulu megna at fiska alla makrelkvotuna?

Viðmerkingar

1. Føroyingar hava á øðrum ári einvíst ásett sær sjálvum makrelkvotu á umleið 150.000 tons í stríði við strandalondini, sum vit vanliga hava avtalu við. Endamálið er greitt at staðfesta okkara støðu í mun til umheimin og at prógva, at vit megna at handfara hesi ovurstóru virði á besta hátt sum fiskivinnutjóð. Higartil hevur gingið misjavnt við makrelfiskiskapinum, og nú er so mikið útligið, at ferð má setast á fiskiskapin. At fáa makrelin upp úr sjónum er minsti trupulleikin, tí eitt ella tvey av best útgjørdu nótaskipunum megna einsamøll at fiska alla kvotuna. Stóra avbjóðingin er, hvussu vit fáa skipað móttøkuna á landi. Samgongan hevur avtalað, at allur fiskur skal um føroyskan kaikant, men tó er ikki avtalað, at hetta høga mál skal verða rokkið eftir einum ári. Tað hevur verið væntað, at útlendsk móttøkuskip eins og í fjør fóru at hjálpa føroyingum at sleppa av við makrelin til matna og til góðan prís. Men samgongan hevur ásett eitt avgjald á kr. 2,00 fyri hvørt kilo, og hevur við hesum avgjaldi onkursvegna sagt, at móttøkuskip ikki eru so vælkomin. Nú er sjón fyri søgn og vandi er fyri, at móttøkuskipini fara at finna sær aðrar leiðir. Tað kann koma føroyingum aftur um brekku, um vit ikki í hesi týðandi skiftistíð duga at fara laðaliga fram og duga at síggja heildarmyndina. Politiski myndugleikin hevur avgerandi leiklut, nú vertstíðin styttist, og skulu broytingar gerast, mugu tær gerast skjótt.

Bill Justinussen