Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttøkan av Sveini í myndum

700 fólk á konsert í Norðurlandahúsinum.

Sveinur hevði ikki ánilsi av, hvat fór at henda, tá hann varð heintaður heima hjá foreldrunum og við politieskortu koyrdur niðan í Norðurlandahúsið.

Har varð hann móttikin sum ein hetja. Tað mesta vóru børn og hálvvaksin. Sveinur varð koyrdur inn aftanfyri og visti ikki, at salurin var fullur.

So enn einaferð varð hann kløkkur, tá tónleikurin fór í gongd og hann varð leiddur beint inn á pallin.

Úrslitið varð ein drønkonsert við góðum rocktónleiki.