
Móttøka í nýggja Barnagarðinum
Í sambandI við, at Ítróttar-Barnagarðurin á Svangaskarði nú er liðugt útbygdur, verður almenn móttøka leygardagin 26. november frá kl. 13.00 - 15.00.
Til móttøkuna verður sangur, røður verða hildnar, og okkurt verður til mætna.
- Øll eru vælkomin til tiltakið, og at síggja nýggja barnagarðin, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.