Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttøka í Moskva

Í dag verður skipað fyri móttøku í Moskva, nú Føroyar hava latið upp sendistovu í Russlandi. Tað er Løgmansskrivstovan, sum skipar fyri móttøkuni. 

Á móttøkuni verða løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini verða fleiri føroyskar fyritøkur við. Tað er Vinnuhúsið, sum samskipar luttøkuna hjá føroysku vinnuni.

Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagarar hjá føroysku fyritøkunum taka eisini lut á móttøkuni.