Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MÓTTØKA FYRI ÍSLENDSKA FORSETANUM

Seinnapartin í dag skipaði borgarstjórin, Heðin Mortensen, fyri móttøku í sambandi við, at íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, er á føroyavitjan. Tað er Útnorðurráðið, ið hevur boðið forsetanum til Føroya. 

Umframt Ólafur Ragnar Grímsson vóru eisini aðrir gestir – teirra millum íslendski aðalkunsulin og skrivstovustjórin, løgmaður og løgmansstjóri við fylgi

Í vælkomurøðu sínari í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu segði Heðin Mortensen millum annað. 

”Tað eru sterk bond okkara millum. Mentanarliga eru vit so eins, at eingin føroyingur kennir seg fremmandan í Íslandi - og vónandi heldur ikki íslendingur í Føroyum.

Í dag eru lond okkara bæði virknir partar í norðurlendskum samstarvi, sum bæði geva mentanarligar og aðrar ágóðar. Vit samstarva framvegis innan fiskivinnu, men eisini innan ferðavinnu og á øðrum økjum. 

Høvuðsborg okkara, Tórshavn, hevur fjølbroytt samstarv við serliga Reykjavík, men annars við Ísland sum heild. Vit samstarva serstakliga menningarliga, mentanarliga og útbúgvingarliga, innan ferðavinnu, fiskivinnu og ítrótt. 

Seinastu árini hevur eisini áherðsla verðið løgd á ætlanir vestnorrøna ráðsins at økja alla samvinnu, og serliga at samskipa upplýsingarvinnuna í øllum útnorði.

Sum borgarstjóri ynski eg tykkum vælkomnum til borgar – eg vóni, at tit koma at uppliva gestablídni uttan líka. Takk fyri heimsókn tykkara, gævi tit fáa eitt skemtiligt og spennandi uppihald, hesar dagarnar tit dvøljast sum gestir okkara.”