Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttøka fyri Auduri

Ongin hevur róð hesa gomlu víkingaleiðina uttan eisini at brúka segl. Men manningin á Auduri ætlar at royna. Teir hava róð úr Noregi til Orknoyar og til Føroya. So rógva teir til Íslands. Og næsta ár ætla teir at rógva til Amerika. Fyrradagin komu teir á Havnina og í gjár var samkoma í Norðurlandahúsinum, har greitt varð frá ferðini, har borgarstjórin beyð vælkomin og Óli Jacobsen helt røðu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at um tað er nakað, ið kann vekja áhugan hjá føroyingum, so er tað, tá menn boða frá, at teir ætla sær at gera kappabrøgd á havinum. Sum hetta, at seta sær fyri at rógva millum londini í Norðurhavi, í hesum føri eina av gomlu víkingaleiðunum úr Noregi umvegis Orknoyar til Føroya og Íslands.

- Eg havi verið burturstaddur sjálvur, men eg skilji at føroyskir fjølmiðlar hava fylgt við ferðini hjá Audur, og at nógv fólk annars hava víst ferðini stóran áhuga. Tað sigst at vit føroyingar eru føddir við ár í hendi - men tað man ikki vera minni galdandi fyri íslendingar, tí víkingarnir høvdu uppaftur longur at fara til Íslands.

- Og tá tað snýr seg um bátabrøgd á sjónum, so er okkurt serligt við okkum, okkurt sum nemir okkara hjarta, okkurt vit kenna sum part av arvaeginleikum okkara, hetta at elska at ferðast í báti við størstu virðing fyri havsins vandum.

- Tí er tað nærum líkamikið fyri okkum, um tað eru føroyingar, ið gera brøgd millum Norðurlond ella seta met í Suðurhøvum, ella tað eru grannar og frændur okkara, sum vitja okkum á leið teirra millum lond. Kenslan er tann sama, vit eru spent saman við tykkum, vit fylgja tykkum og vit gleðast um væleydnaða ferð. Tí vísa vit ætlan tykkara størsta áhuga, tí taka vit væl ímóti tykkum, og tí ynskja vit tykkum alt tað besta og góða ferð víðari, segði Heðin Mortensen m.a.

Eftir at Heðin hevði boðið teimum fýra íslendingunum vælkomnum fór eitt flaggbýti fram, borgarstjórin handaði skiparanum Merkið, og skiparin handaði borgarstjóranum íslendska flaggið. Við hetta høvið bar skiparin heilsu frá íslendingum og takkaði fyri, at tá á stóð og ongin annar vildið hjálpa, stóðu føroyingar altíð klárir at rætta frændum eina hond. Íslendingar fingu gávur frá Tórshavnar kommunu. Aftaná helt Óli Jacobsen áhugaverdan fyrilestur um samskiftið landanna millum seinastu tvær øldirnar.