Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmæltu sær sjálvum

Lat okkum ímynda okkum tveir pengakassar. Annar er landskassin, sum vit øll eiga, og hin er pensjónsuppsparingin, sum vanliga stendur hjá einum tryggingarfelagi. Av innihaldinum í hesum seinna kassanum eiga eg og tú okkara part, men kassan sjálvan, og avlopið av virkseminum, eiga partaeigararnir í tryggingini. Landskassin (sum vit øll eiga) skal hava skatt úr tryggingarkassanum, soleiðis at tað almenna kann veita okkum tænastur, men spurningurin er, nær pengarnir skulu flytast. Skal okkara kassi hava pengarnar nú, ella skal Tryggingin sleppa at goyma teir og handla við teimum, soleiðis at avlopið til partaeigararnar hjá teimum verður uppaftur størri?

Har hava fakfeløgini meldað rættiliga greitt út, at tryggingin skal hava pengarnar.

Tað at reka trygging, man vera ein góð forrætning, tí lønirnar har sigast at vera rættiliga høgar (eisini fleiri ár aftaná at fólk eru farin úr starvi), og eisini vísa roknskapirnir risastór avlop.

Og hvat verður so avlopið brúkt til? Jú eitt dømi er, at tann eina tryggingin keypti gamla Eik banka, tá hesin var farin av knóranum.

Og hvat ger so Eik banki við limirnar hjá fakfeløgunum? Jú skal ein løntakari hava fatur á sínum lønarkrónum, so skal hann rinda bankanum eitt trivaligt avgreiðslugjaldi fyri tænastuna. Skal løntakarin rinda eina rokning, ella ringir hann í bankan, fyri at vita, um nakrir pengar eru eftir á kontoini, so skal bankin hava eitt uppaftur hægri gjald fyri at geva honum svar.

Ongantíð havi eg hoyrt um nakað mótmælistiltak ímóti hesum gjøldunum, sum limirnir hjá fakfeløgunum mugu gjalda til bankan, sum tryggingin hevur keypt fyrri teirra pensjónspengar. Men nú tá onkur tosar um at flyta skattin úr tryggingarkassanum yvir í okkara felags kassa, nú samla fakfeløgini allar sínar limir til mótmælisgongu. Tryggingin skal fáa frið at goyma skattapengarnar og keypa bankar o. a. fyri teir, soleiðis at hesir eisini í framtíðini kunnu leggja gjøld á okkara lønir. Tað er kravið frá fakfeløgunum.

Ja eg veit at hetta er provokerandi sagt, og eisini eitt sindur einkult sett upp. Spurningurin um skatting av pensjónum er nógv meira umfatandi enn hetta, men eg má viðganga, at eg havi ilt við at skilja, hvønn fakfeløgini umboða í hesum stríðnum. So kanska havi eg við hesum sett nakrar tankar í gongd og hol á eitt kjak úr einum øðrum sjónarhorni???

Helgi Abrahamsen

Løgtingsmaður