Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmæltu broyting í byggisamtyktini

Umboð fyri fólk í Kaldbak handaðu í gjár Anniku Olsen, borgarstjóra, eitt mótmæli móti broyting av almennu byggisamtyktini fyri havnarøkið á Sundi. Tey mótmæla, at havnarøkið á Sundi verður víðkað eystureftir.

Tey hava samstundis heitt á Yvirfriðingarnevndina at taka loyvið, sum nevndin hevur givið Tòrshavnar kommunu, til nýggja viðgerð við atliti at ásetingum í løgtingslóg um náttúrufriðing.

Umboðini vísa á onnur øki, har til ber at hava vinnuútbyggingar, og eisini, hvat tilfarið úr Eysturoyartunnlinum kann brúkast til - eitt nú vegagerð til Kaldbaks og brimgarð í bátahylinum.

Annika Olsen tók ímóti mótmælinum og segði seg skilja, at fólk vóru ørkymlað. Undanfarna býráð avgjørdi, at grótið frá Eysturoyartunlinum skuldi leggjast á Sundi. Men hon metti, at eftir vanligum mannagongdum átti Kaldbaksnevndin at verið hoyrd.

Hon vísti á, at málið ikki var heilt einfalt, tí býráðið m.a. bæði skal taka støðu til byggisamtyktina, vinnuligt virksemi og ein konkretan trupulleika hjá tunnilsfelagnum.

Men hon vísti á, at byggi- og býarskipanarnevndin nú fer at viðgerða málið, so vónandi fyriliggur eitt úrslit einaferð í næstu viku.