Mótmælisgongan vísti, at kósin má broytast
FAKFELØGINI: Mótmælisgongan leygardagin, har fleiri túsund fólk vóru savnaði, vísti, at fólkið er harðliga ímóti ætlaninum um at skatta pensjónsinngjøld fyri síðani at geva tað út afur í skattalætta til háinntøkur.
Fólk úr øllum landinum og øllum samfelagsløgum vóru savnaði til mótmælistiltakið. Boðskapurin sum stendur sterkast eftir er, at fólkið ynskir eitt samfelag, sum byggir á samhaldsfestu meginreglurnar í norðurlendska vælferðarsamfelagnum.
Ikki síðani 1992 er tað eydnast at savna so nógv fólk til eitt mótmælistiltak. Fleiri av luttakarunum, sum eisini tóku lut í mótmælinum 1992, vóru ovfarin av, at tað eydnaðist at savna so nógv fólk á hávetri.
Spurningurin um skattalættan og skattingina av pensjónini er sera álvarsamur og ávirkar øll í Føroya landi, bæði løntakarar nú, men sanniliga eisini framtíðar ættarlið.
Fólk kenna seg ótrygg, og tað ger ikki støðuna betri, at arbeiðsloysi er vaksandi. Ætlanirnar hjá samgonguni um at skatta pensjónsinngjøld og at geva tað útaftur í skattalættum til tey háløntu, ger ikki støðuna betri. Tað skal loysa seg arbeiða eru vit øll samd um, men ein flatur skattur er ikki loysnin.
Tað skapar ótryggleika hjá teimum, sum eru í starvi og vónloysi fyri arbeiðsleys, nakrantíð at koma í starv, at ovasta politiska leiðslan hóttanir við almennum uppsagnum í hópatali. Tey 1700 fólkini, sum eru arbeiðsleys, skuldu heldur fingið einhvørja vón um, at tíðirnar skjótt fóru at venda, tí vit eru í tryggum hondum. Í løtuni valdar bara ótryggleiki fyri alt ov nógvar borgarar.