Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmælið við orðum - ikki vápnum!

Um ein kvinnufelagsskapur fór til eitt muslimskt land væl mannaðar og útgjørdar við vápnum og boðaðu alment frá, at endamálið við vitjanini var at forða kvinnunum í at ganga í burka. Høvdu tær sloppið tað uttan nakað?

Um ein umhvørvisfelagsskapur fór til eitt vesturlendskt land væl mannaður og væl útgjørdur og boðaðu alment frá, at endamálið við vitjanini var fysiskt at forða bilum við stórum motorum at koyra á almennum vegi. Hevði man sloppið tað uttan nakað?

Tá ið ein bólkur sigur seg vilja brúka harðskap og makt til tess at forða føroyingum at gera tað, sum er lógligt, so sleppa tey ov langt. Tað er í lagi, at tey ganga mótmælisgongur og býta traktatir út. Men tað er ikki í lagi, tá ið tey nærum alvápnað liggja klár inni á okkara firðum til tess at forða okkum í at gera tað, sum er lógligt her á landi!

Hetta er ikki ein politistatur verður sagt, og tey mugu fyrst gera okkurt, áðrenn løgreglan reagerar, sum rættvísger, at tey verða tikin ella fáa forboð móti sínum virksemi her á landi. Til tað er at siga, at fyri tað fyrsta hevur felagsskapurin eina kriminella bakgrund, og fyri tað næsta hava tey longu forða okkum í at fingið ta einu grindina til lands; -aftaná, at fleiri bátar við manning høvdu brúkt nógva tíð og pengar við at hildið henni til. Hvat er tað, sum tey skulu gera FYRST?

Vóni ikki, at nakar ger seg inn á hesi ungu og heldur naivu fólkini; lat tey fyri Guds skyld fáa frið. Men tað er margháttligt, at vit eru fleiri, sum javnan fáa parkeringsbøtur, tí vit hava parkera nakrar minuttir ov leingi niðri í býnum, meðan Sea Shephard fólkini sleppa ótarnað í fleiri mánaðir at brúka fleiri víkipláss á almennum vegum í upp til fleiri tímar dagliga!

Vóni ikki, at nakar ger seg inn á hesi ungu! Men, hvussu ber tað til, at tey sleppa ótarnað at brúka stórar bátar og útgerð, sum einans hevur til endamáls at oyðileggja okkara siðaarv? Er tað lógarøki, sum haltar ella heldur løgreglan, at tað, sum fer fram er í lagi og innanfyri lógarinnar mark?

Annita á Fríðriksmørk