Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmæli: Seinasta útkall - tað er nú ella ongantíð

Mikudagin verður ein svartur dagur í løgtinginum og í Føroya søgu. Tá ætlar samgongan at samtykkja flatskattaskipanina og skatting av pensjónum við inngjald.

Fakfeløgini hava seinastu vikurnar roynt at ávirka og víst á, at verða hesar báðar lógir samtyktar fær tað óbótaligan skaða fyri samfelgið og fólkið sum her býr. Men samgongan vil ikki lurta og leggur ikki í okkara ávaringar. Tí mugu vit nú mikudagin royna at steðga avlagingina av okkara samhaldsfasta samfelagi.

- Flatskatturin skapar eitt samfelag, har tey ríku vera ríkari og gjógvin millum ymisku lønarbólkarnar veksur.** - Skatting av pensjónsinngjøldum ger at lág- og miðallønti uppspararin verður fátækari í ellisárum, tí skattingarhátturin broytist.

Hesi bæði uppskot gera, at okkara vælferðarsamfelag avlagast til eitt stættarsamfelag, har ein nógv størri partur av fólkinum ongan møguleika hevur at skapa sær ein rímiligan gerandisdag.

Nú er seinasta freist at mótmæla, so mikudagin 21. desembur kl. 13:00 savnast vit til eitt mótmælistiltak uttanfyri løgtingið. Henda dagin verða uppskotini um skatting av pensjónsinngjøldum og flatskattinum viðgjørd í løgtinginum, so tá hevur fólkið møguleika at siga greitt við politikarnar, at teir skulu halda fingrarnar vekk frá okkara pensjónum, og at vit ynskja ikki flatskattin, sum er skotin upp.

Fakfeløgini hava seinastu vikurnar gjørt alt vit eru ment fyri at steðga hesum uppskotum, men nú er brúk fyri, at fólkið enn einaferð vísir sína styrki. Takið alt við sum kann larma - grýtir, karmelleskjir, horn o.s.fr.

Vit hava óteljandi útrokningar sum vísa, at stórir partar av løntakarunum vera fátækari í ellisárum. Gjaldføri landskassans er í vanda og vit spæla hasard við vælferðini hjá framtíðar ættarliðum.

Hetta mugu vit ikki gera fyri at fáa ein lítlan løtuvinning. Fakfeløgini hava sum eina seinastu roynd heitt á politiska myndugleikan um at útseta hesi lógaruppskot og gera fleiri greiningar. Nú hava tit møguleika at vísa, at tit vilja einar øðrvísi Føroyar enn samgongan leggur upp til við hesum báðum skattauppskotunum.

Møtið larmandi og fjølment til mótmæistiltakið mikudagin 21. desembur kl 13:00