![](/myndir/myndin-15654_r_705_0.jpg)
Mótmæli móti hóttan frá stjóranum í Almannaverkinum
Havnar Arbeiðskvinnufelag vil við hesum mótmæla, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum hevur hótt við, at talan kann verða um persónligar avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog í samband við verkfallið hjá Pedagogfelagnum.
Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og HAK vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi.
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Mariann Højgaard, næstforkvinna