Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móti fávitsku stríðast sjálvt gudar til fánýtis

Harmuligt at hoyra og lesa um, hvussu fólk, ið sjálv kalla seg kristin, brúka Bíbliuna at 'steina ' onnur við, sum hava ein annan livihátt , enn tey sjálvi hava. Tann, sum er reinur, kastið fyrsta steinin, varð sagt á sinni. Men allir rýmdu, tí teir vistu, at teir ikki vóru reinir. Hjá okkum heldur 'steiningin' áfram, so eftir tí at døma finnast mong 'rein ' í okkara lítla oyggjalandi, ella eisini er tað fávitskan, ið ger seg galdandi?

Hinvegin er kanska einki løgi í 'steinkastingini' frá mongum í fjøldini, tá sjálvt mangir serliga konservativir guðfrøðingar, ið annars hava lisið guðfrøði í mong ár, og sum virka sum Harrans tænarar, ikki vegleiða til sanna vitan, men velja at stuðla teimum villleiddu.

Og pappageykamøtir við fávitskutum orðavavstri ger ikki støðuna betri, men heldur verri. Flent hevur verið at honum , sum siteraði skriftstøð hist og pist úr danskari bíbliu, og sum endaði við at lesa: Judas gik hen og hængte sig - og síðani: Gå du og gør ligeså. Hetta er ein parodiur, men hann sigur meira enn túsund orð. Tí tað er sjálvandi ikki alt, ið er eftirfarandi, sjálvt um lisið verður upp úr Halgubók. Ofta skal ein umfatandi frágreiðing fylgja við fyri at hin djúpari meiningin og samanhangurin skulu standa ljóslivandi og ikki sum ein eklatant misskiljing við hættisligum avleiðingum, sum vit gjøgnum tíðirnar hava sæð, og sum vit tíverri síggja enn tann dagin í dag.

Lat meg taka eitt dømi, har flest øll hava sæð og síggja avleiðingar av villleiðing í staðin fyri samvitskufullari vegleiðing.

Tað finnast t.d. tvær skapanarsagnir (mytologiir) í Bíbliuni. Fyrra kann lesast í 1. Mos. 1,1 - 2,4a og onnur í 1.Mos 2,4b - 25 . Onnur hevur sín uppruna úr Mesopotamien, har vatnið kann vera fíggindi , og hin úr tí sýriskarabisku oyðimørkini, har vatnið er vinur, Men tað, ið er sera áhugavert í hesum sambandi, er, at í aðrari skapanarsøgnini verða kallurin og konan skapt samstundis, meðan í hinari - sum vit eru indoktrinerað í - verður Adam skaptur fyrst og síðani Eva, sum av somu orsøk beinanvegin verður undirornað manninum við teimum avleiðingunum av kúgan, ið hetta hevur ført við sær fram til dagin í dag, sjálvt um javnstøðan hjá okkum - eftir hart og langt stríð við høgrareligiøs - nú hevur nógv betri kor enn bert fyri fáum árum síðani. Spyrjið bara tey eldru um søguna handan javnstøðustríðið og lesið søguna. Tit fara at fáa ilt við at skilja, hvat ið hevur riðið kvinnukúgarunum uttan teir eyðsýndu egoistiski fyrimunirnir, ið fylgdu við . Og spyrji eisini um, hvussu avleiðingarnar høvdu verið fyri javnstøðuni, um fyrra skapanarsøgan varð tikin frammum aðru. Menn valdu aðru, tí hon gav teimum alla maktina, og tað hevur víst seg at hava verið ein katastrofa fyri kvinnuna. So lítil – av monnum - vald tulking kann hava tær ræðuligastu fylgir fyri milliónir av fullkomuliga ósekum.

I Pakistan verður hjúnabandsaldurin hjá gentum júst í hesum døgum settur til 9 ár samstundis sum viðtikið verður, at tær kunnu neyðtakast uttan fylgir fyri neyðtøkumannin.Vælsignað, at tann totala kvinnukúgartíðin, tá kvinnan var í mansins hulu hond og uttan mótstøðu mátti finna seg í øllum, sum maðurin kundi finna upp á at útseta hana fyri. Tí tað var hann, sum ífylgi útleggingina av skriftunum, var høvur kvinnurnar. Ein fullkomulig misskiljing við ræðuligum fylgjum fyri mong heilt upp til okkara tíð.

Paulus kundi mann altíð brúka, og nógvar kvinnur fingu ikki høvi at vísa til teirra altíð trúfasta vin Jesus, tí tær máttu ikki taka orðið á møtum. Tað høvdu menninir avgjørt. Hatt á høvdið og tig vóru boðini, so har var einki at gera.

So tað hevur ikki verið uttan hart og tógvi stríð - fyrst og fremst - móti teim konservativt kristnu, sum konsekvent hava brúkt Bíbliuna sum vápn .móti javnstøðu. Sera undrunarsamt, tí Jesus var nógv saman við kvinnum, sum hann vardi, og hann var alt annað enn konservativur kvinnikúgari. Og m.a. av somu orsøk vóru tátíðar fundamentalistisku og skriftlærdu eftir honum í heilum og fingu hann at enda krossfestan.

Høvdu fólk kent rætta samanhangin, so høvdu kvinnur altíð havt - ella fyri mongum, mongum Harrans árum síðan - havt fingið javnstøðu. Og so høvdu kvinnur verið mangar sorgarleikir fyriuttan , og kvinnukúganin hevði als ikki verið góðtikin og als ikki fingið loyvi til at verðið framd gjøgnum fleiri øldir og harumframt høvdu m.a. uml. 5 mill. heksir ikki verðið brendar við konservativu kirkjunnar vælsignilsi.

At Kristus mangan hevur grátið yvir tey, sum í hansara navni hava framt illgerðir av grovasta slag, er lítið at ivast í. (Í islam - sum er grein av sama træi sum jødadómurin og kristindómurin - heldur kvinnukúganin og steinanin fram, tí teir halda fast við, at maðurin er kvinnurnar yvirhøvur íflg. Koranina og felags skapanarsøgnini, sum vit í praksis eru við at leggja afturum okkum í staðin fyri hægsta boð: um at elska Guð og næstan og harvið lata steinarnar liggja og í staðin rætta hjálpandi hondina fram, tá tørvur er á tí.

At Luther við sínum jødahatri - sum øll kunnu seta seg inn í við at lesa, hvat ið hann skrivaði - tendraði Hitlersa antisemitismu, kann lítil ivi vera í. Og mong munnu vita, at tað ikki einans varð ein sorgarleikur fyri jødiska fólkið, men eisini fyri sigøjnarar, homoseksuel og aðrar minnilutar, ið vórðu píndir og gassaðir.

Harrafólkið talaði. Gott mit unz - fekk Hitler skrivað á soldátarhjálmarnar, sum teir skuldu lata seg í, áðrenn teir fóru at fremja Satans gerningarnar fyri Hitler og hansara høgrareligiøsa harkalið, sum gav seg út fyri at vera Kristi førara, og mong sjálvútnevnd kristin heilaðu og gingu í takt við nazistunum. Hetta er tað, ið kallað verður, at hava Guð í skjøldrinum og annars at hava Fanan til dagliga ráðgeva og leiðara, og hetta munnu tey flestu kenna alt til. Tað er sjálvandi til at gráta yvir.

Og tað vóru ikki so fáir føroyingar, sum í orð og verki bakkaðu hesum fanans útsendilsinum upp. Og slagið var sjálvandi hitt sama: tey fundamentalistisku og djúpt konservativu kristnu, sum annars ikki høvdu fýrt fyri at steina og krossfest Meistaran enn einaferð, um hann hevði komið at vitjað okkum, tí hann hevði verið tikin fyri at verið ein radikalan vinstrahallan rebel, ið hevði kollveltingarætlanir við tí fyri eyga, at vit ikki bert í orð og talu skuldi elska Guð og næstan, men at vit eisini í gerningum skuldi vísa, at so var.

Síggja tit rópini og steinarokið fyri tykkara innara eyga, og kunnu tit ímynda tykkum, hvør ið hevði gingið á odda í hallelujarópsskaranum og sjálvjustitsini fram til eina nýggja krossfesting? So galið er tað.

Taka vit ta aktuellu kúganina av homoseksuellum, sum høgrakristin í høvuðsheitum standa fyri, so er forboðið móti homoseksuliteti nakað, ið jødar viðtóku fyri at seta mørk millum jødar og ikki-jødar, tí hesir síðstnevndu í grannastammunum praktiseraðu homoseksualitet undir religiøsum ceremonium fyrri teirra heidnu gudum. Tað var ikki handlingin í sjálvum sær, men tað hon umboðaði, ið skapti frástøðu: dýrkanin av heidnum gudum. Hesum - at dýrka aðrar gudar - skuldu jødar sjálvandi halda seg frá.

.Vit vita eisini, at jødar á sama hátt gjørdu slanguna til hitt ónda djórið í Paradísi. Ikki tí at hon í sær sjálvum var ónd, men tí hon, við at verða gjørd ónd, kundi halda slangukultinum burturi frá jødiska fólkinum. Og soleiðis kundu verið nevnt nógv ymiskt, ið jødar gjørdu óreint við tí fyri eyga at halda jødiska fólkið innangarðs religiøst.

Teir høvdu 600 - 700 boð og forboð, ið rættir jødar skuldu halda seg til og liva eftir. Men henda lógarreligiónin var avloyst av kristindóminum við tí dupulta kærleiksboðnum, men hóast 2000 ár eru farin, so er tað ikki enn gingið upp fyri ella góðtikið av øllum kristnum og leita verður dúgliga aftur til jødadómin, og tað sjálvt um jødar sum heild enn ikki góðtaka Jesus sum Guðs son ella dupulta kærleiksboðið.

Vit síggja og uppliva, at eisini føroyingar søkja og fremja jødadóm, tá tað passar inn í teirra kram. Men sum skrivað stendur: eingin kann tæna tveimum Harrum, tí antin ert tú við mær, ella eisini ert tú ímóti mær. At vera kristin, men arbeiða ímóti dupulta kærleiksboðnum fyri at skaffa sær ríkidømi ella fyrimunir - er reindyrkaður absurditetur, sum als onki hevur við kristindóm at gera, hóast tað er rættiliga vanligt. Men tað er so upp til hin einstaka, hvussu egna lív hansara verður umsitið.

Til stuttleikar , men samstundis í rámasta álvara, fari eg at nevna, hvussu langt religiøsi galskapurin kundi/ kann drívast . Nakrir religiøst forskrúvaðir persónar, ið ikki høvdu tolt religiøsa ørskapsboðskapin, høvdu ætlaðanir um at prógva trúnna við at ganga á sjónum úr Vágunum til Mykinesar. Og nógv varð flent, tí postmaðurin bað onkran av luttakarunum í seansuni um at taka postin við . Onki mark er fyri religiøsa ørskapimum, sum verður útnyttaður enn – bert í øðrum útgávum/samanhangum.

Annars er at siga, at tað ongantíð var Jesus, sum steinaði, men tað var hann, ið stillaði seg ímillum tey, ið steinaðu, og tey, ið steinað varð eftir, og at enda hildu teir lógarkønu , at tað ikki var nokk at steina, men best var at krossfesta 'provokatørin', og tá tað varð gjørt, legði ongin seg ímillum.

Men hann kom aftur og hevur lovað at vera í allar ævir við øllum , ið trúgva á hann og halda hægsta boðið: Elska Guð og elska næstan. - Hvørki meira ella minni.

Allar religiónir – eisini jødadómurin - eru annars eyðkendar fyri at hava eina rúgvu av sannleikum, sum fólkið skal fylgja. Jødadómurin einsamallur hevur 600 – 700 boð og forboð. Kristindómurin er harafturímóti ikki ein religión við mongum absoluttum sannleikum. Kristus er sannleikin, vegurin og lívið, og hann hevur sjálvur givið okkum hægsta boðið og greitt frá innihaldinum í líknilsinum um hin miskunnsama samáriubúgvan. So har skuldi onki verið at misskilt. Antin ert tú við mær, ella ert tú ímóti mær. Har eru bert tveir vegir, so í so máta skuldi tað verið lætt. Men tá jødadómurin – sum vit bæði hava sæð og hoyrt - verður vavdur inn í kristindómin, sum summi gera, so er tað skjótt, at hvørki høvd ella hali er at finna í boðskapinum – til óbótiligan skaða fyri gleðiboðskapin.

Men sjálvt um vit - nú sum áður - mugu ásanna, at ímóti fávitsku stríðast sjálvt Gudar til fánýtis, so lat okkum álíkavæl – av øllum alvi - taka lógvatak saman og gera tað, vit kunnu fyri at fasthalda røttu kósina, elska Guð og elska næstan – eisini samkynd - so fara vit við Guðs hjálp at røkka málinum bæði her og hisset. Lat ongan iva vera um tað.

Dagfinnur Danbjørg.