Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móti fávitsku stríðast sjálvt gudar til fánýtis

Harmuligt at hoyra og lesa um, hvussu fólk, ið sjálv kalla seg kristin, brúka Bíbliuna at 'steina ' onnur við, sum hava ein annan livihátt , enn tey sjálvi hava. Tann, sum er reinur, kastið fyrsta steinin, varð sagt á sinni. Men allir rýmdu, tí teir vistu, at teir ikki vóru reinir. Hjá okkum heldur 'steiningin' áfram, so eftir tí at døma finnast mong 'rein ' í okkara lítla oyggjalandi, ella eisini er tað fávitskan, ið ger seg galdandi?

Hinvegin er kanska einki løgi í 'steinkastingini' frá mongum í fjøldini, tá sjálvt mangir guðfrøðingar, ið hava lisið guðfrøði í mong ár, og sum virka sum Harrans tænarar, ikki vegleiða til sanna vitan, men velja at stuðla teimum villleiddu.

Og pappageykamøtir við fávitskum orðavavstri ger ikki støðuna betri, men heldur verri. Flent hevur verið at honum , sum siteraði skriftstøð hist og pist úr danskari bíbliu, og sum endaði við at lesa: Judas gik hen og hængte sig - og síðani: Gå du og gør ligeså. Hetta er ein parodiur, men hann sigur meira enn túsund orð. Tí tað er sjálvandi ikki alt, ið er eftirfarandi, sjálvt um lisið verður upp úr Halgubók. Ofta skal ein umfatandi frágreiðing fylgja við fyri at hin djúpari meiningin og samanhangurin skulu standa ljóslivandi og ikki sum ein eklatant misskiljing við hættisligum avleiðingum, sum vit gjøgnum tíðirnar hava sæð, og sum vit tíverri síggja enn tann dagin í dag.

Lat meg taka eitt dømi, har flest øll hava sæð og síggja avleiðingar av villleiðing í staðin fyri samvitskufullari vegleiðing.

Tað finnast t.d. tvær skapanarsagnir (mytologiir) í Bíbliuni. Fyrra kann lesast í 1. Mos. 1,1 - 2,4a og onnur í 1.Mos 2,4b - 25 . Onnur hevur sín uppruna úr Mesopotamien, har vatnið kann vera fíggindi , og hin úr tí Sýrisku arabisku oyðimørkini har vatnið er vinur, Men tað, ið er sera áhugavert í hesum sambandi, er, at í aðrari skapanarsøgnini verða kallurin og konan skapt samstundis, meðan í hinari - sum vit eru indoktrinerað í - verður Adam skaptur fyrst og síðani Eva, sum beinanvegin verður undirornað manninum við teimum avleiðingunum av kúgan, ið hetta hevur ført við sær fram til dagin í dag, sjálvt um javnstøðan hjá okkum - eftir hart og langt stríð við høgrareligiøs - nú hevur nógv betri dagar enn bert fyri fáum árum síðani. Spyrji bara tey eldru um søguna aftan fyri javnstøðustríði. Tit fara at fáa ilt við at skilja, hvat ið hevur riðið kvinnukúgarunum uttan teir eyðsýndu egoistiskir fyrimunirnir, ið fylgdu við .

Paulus kundi mann altíð brúka, og nógvar kvinnur fingu ikki høvi at vísa til teirra altíð trúfasta vin Jesus, tí tær máttu ikki taka orðið á møtum. Tað høvdu menninir avgjørt. Hat á høvdið og tig vóru boðini, so har var einki at gera.

So tað hevur ikki verið uttan hart og tógvi stríð - fyrst og fremst - móti teim konservativt kristnu, sum konsekvent hava brúkt Bíbliuna sum vápn .móti javnstøðu. Sera undrunarsamt, tí Jesus var nógv saman við kvinnum, sum hann vardi, og hann var alt annað enn konservativur kvinnikúgari. Og m.a. av somu orsøk vóru tátíðar fundamentalistisku og skriftlærdu eftir honum í heilum og fingu hann at enda krossfestan.

Høvdu fólk kent rætta samanhangin, so høvdu kvinnur altíð havt - ella fyri mongum, mongum Harrans árum síðan - havt fingið javnstøðu. Og so høvdu kvinnur verið mangar sorgarleikir fyriuttan , og kvinnukúganin hevði als ikki verið góðtikin og als ikki fingið loyvi til at verðið framd gjøgnum fleiri øldir og hartumframt høvdu m.a. uml. 5 mill. heksir ikki verðið brendar við konservativu kirkjunnar vælsignilsi.

At Kristus mangan hevur grátið yvir tey, sum í hansara navni hava framt illgerðir av grovasta slag, er lítið at ivast í. (Í islam - sum er grein av sama træi sum jødadómurin og kristindómurin - heldur kvinnukúganin og steinanin fram, tí teir halda fast við, at maðurin er kvinnurnar yvirhøvur íflg. Koranina og felags skapanarsøgnini, sum vit í praksis eru við at leggja afturum okkum í staðin fyri hægsta boð: um at elska Guð og næstan og harvið lata steinarnar liggja og í staðin rætta hjálpandi hondina fram, tá tørvur er á tí. Í hesum sambandi fari eg at viðleggja dagsaktuella grein, sum vísir skili aðrastaðni í Heiminum í løtuni, men sum vit við Meistarans hjálp eru sloppin undan).

At Luther við sínum jødahatri - sum øll kunnu seta seg inn í við at lesa, hvat ið hann skrivaði - tendraði Hitlersa antisemitismu, kann lítil ivi vera í. Og mong munnu vita, at tað ikki einans varð ein sorgarleikur fyri jødiska fólkið, men eisini fyri sigøjnarar, homoseksuel og aðrar minnilutar, ið vórðu píndir og gassaðir.

Harrafólkið talaði. Gott mit unz - fekk Hitler skrivað á soldátarhjálmarnar, sum teir skuldu lata seg í, áðrenn teir fóru at fremja Satans gerningarnar fyri Hitler og hansara høgrreligiøsa harkalið, sum gav seg út fyri at vera Kristi førara, og mong sjálvútnevnd kristin heilaðu og gingu í takt við nazistunum. Hetta er tað, ið kallað verður, at hava Guð í skjøldrinum og annars Fanan til dagliga ráðgeva og leiðara, og hetta munnu tey flestu kenna alt til. Tað er sjálvandi til at gráta yvir.

Og tað vóru ikki so fáir føroyingar, sum í orð og verki bakkaðu hesum fanans útsendilsinum upp. Og slagið var sjálvandi hitt sama: tey fundamentalistisku og djúpt konservativu kristnu, sum annars ikki høvdu fýrt fyri at steina og krossfest Meistarin enn einaferð, um hann hevði komið at vitja okkum, tí hann hevði verið tikin fyri at verið ein radikalan vinstrahallan rebel, ið hevði kollveltingarætlanir við tí fyri eyga, at vit ikki bert í orð og talu skuldi elska Guð og næstan, men at vit eisini í gerningum skuldi vísa, at so var.

Síggja tit rópini og steinarokið fyri tykkara innara eyga, og kunnu tit ímynda tykkum, hvør ið hevði gingið á odda í hallelujarópsskaranum og sjálvjustitsini fram til eina nýggja krossfesting? So gali er tað.

Taka vit ta aktuellu kúganina av homoseksuellum, sum høgrakristin í høvuðsheitum standa fyri, so er forboðið móti homoseksuliteti nakað, ið jødar viðtóku fyri at gera mørk millum jødar og ikki-jødar, tí hesir síðstnevndu í grannastammunum praktiseraðu homoseksualitet í religiøsum ceremonium fyrri teirra heidnu gudum. Tað var ikki handlingin í sjálvum sær, men tað hon umboðaði, ið skapti frástøðu: dyrkanin av heidnum gudum. Hesum - at dýrka aðrar gudar - skuldu jødar sjálvandi halda seg frá.

Vit vita eisini, at jødar á sama hátt gjørdu slanguna til hitt ónda djórið í Paradísi. Ikki tí at hon í sær sjálvum var ónd, men tí hon, við at verða gjørd ónd, kundi halda slangukultinum burturi frá jødiska fólkinum. Og soleiðis kundu verið nevnd nógv ymisk ting, ið jødar gjørdu fyri at halda jødiska fólkið innangarðs religiøst.

Teir høvdu 600 - 700 boð og forboð, ið rættir jødar skuldu halda seg til og liva eftir. Men henda lógarreligiónin var avloyst av tí dupulta kærleiksboðnum, men hóast 2000 ár eru farin, so er tað ikki enn gingið upp fyri ella góðtikið av øllum kristnum og leita verður dúgliga aftur til jødadómin, og tað sjálvt um jødar sum heild enn ikki góðtaka Jesus sum Guðs son ella dupulta kærleiksboðið.

Vit síggja og uppliva, at eisini føroyingar søkja og fremja jødadóm, tá tað passar inn í teirra kram. Men sum skrivað stendur: eingin kann tæna tveimum Harrum, tí antin ert tú við mær ella eisini ert tú ímóti mær. At vera kristin, men arbeiða ímóti dubulta kærleiksboðnum fyri at skaffa sær ríkidømi ella fyrimunir - gott at eg ikki eri sum hasin ella hin -, er reindyrkaður absurditetur, sum als onki hevur við kristindóm at gera, hóast tað er rættiliga vanligt. Men tað er so upp til hin einstaka, hvussu egna lív hansara verður umsitið.

Tá eg var óviti, var danskur prestur í Vági. Presturin at Nygaard, og hann fekk onkuntíð døgurða hjá okkum, tá hann hevði havt gudstænastu í Porkeri. Eg gloymi ikki, tá hann greiddi frá, at hann ein sunnudag skuldi til Hovs at halda gudstænastu, men hann fekk ikki bilin at starta, so hann gjørdi ikki vandari enn, at hann fór at arbeiða upp á motorin og fekk hann at starta, so hann kundi koyra til Hovs og halda gudstænastuna. Men hvat hendi? Hann fekk eina alvorliga klagu og átalu fyri at hava arbeitt upp á bil ein heiligdag. Klagan kom sjálvandi frá konservativum jødiskt ávirkaðum missiónsmonnum. Seinri fekk hann átalu fyri at hava verið vesturi á Eiðinum og sæð fótbóltskamp ein sunnudag. Hetta bert fyri at vísa støðið og smáu skógvarnir í gingið kundi verða í. Skógvarnir hava enn somu stødd, sjálvt um málini kunnu vera væl størri, men grundarlagi og motivini eru framvegis tey somu.

Til stuttleikar - og tó - so fari eg at nevna, at um somu tíð varð nógv tosað um, at nakrir forskrúvaðir persónar fyri árum síðani høvdu ætlaðanir um at ganga úr Vágunum til Mykinesar. Og nógv varð flent eftir, at postmaðurin bað onkran av luttakarunum í seansuni um at taka postin við . Soleiðis kann Bókin eisini verða lisin og fata.

Annars er at siga, at tað ongantíð var Jesus, sum steinaði, men tað var hann, ið stillaði seg ímillum tey, ið steinaðu, og tey, ið steinað var eftir, og at enda hildu teir lógkønu og steinararnir, at tað var ikki nokk at steina, men best var at krossfesta 'provokatørin', og tá tað varð gjørt, legði ongin seg ímillum.

Men hann kom aftur og hevur lovað at vera í allar ævir við øllum , ið trúgva á hann og halda hægsta boðið: Elska Guð og elska næstan. - Hvørki meira ella minni.

Allar religiónir eru annars eyðkendar fyri at hava eina rúgvu av sannleikum, sum fólkið skal fylgja. Kristindómurin er harafturímóti ikki ein religión við mongum absoluttum sannleikum. Kristus er sannleikin, vegurin og lívið, og hann hevur sjálvur givið okkum hægsta boðið og greitt frá innihaldinum í líknilsinum um hin miskunnsama samariubúgvan. So har skuldi onki verið at misskilt. Antin ert tú fyri, ella ert tú ímóti. Har eru bert tveir vegir, so í so máta skuldi tað verið lætt.

Nakað tíðir upp á, at ein landsumfatandi djúbtgangandi kunning við spurningum og svarum um, hvat kristindómur er og ikki er, átti at verðið sett í verk í vetur í kvøldskúlum ella á annan hátt, sum letur øll, ið ynskja tað, hava møguleika at kunna vera við.

Tí móti fávitsku stríðast sjálvt Gudar til fánýtis. Lat okkum tí saman gera nakað við tað, um vit eru før fyri tí. So hjálpi oss Guð.

Dagfinnur Danbjørg

 

Ung mor skal stenes til døde

Af Heidi Røndbjerg-Christensen, Berlingske Nyhedsbureau

Fredag den 3. august 2012, 00:07

En sudanesisk kvinde, der er dømt for utroskab, står til at blive stenet til døde, hvis ikke hun bliver benådet

En 23-årig mor i Sudan er blevet dømt til døden ved stening, fordi hun ifølge sin mand har været ham utro.

Siden dommen, der faldt den 10. juli i år, har den unge kvinde ved navn Laila Ibrahim Issa Jamool siddet lænket i et fængslet med sit seks måneder gamle barn ved sin side, oplyser lokale menneskerettighedsaktivister til nyhedsbureauet Reuters.

Laila Ibrahim Issa Jamools eneste håb om at gå fri knytter sig til muligheden for benådning. En kvinderettighedsgruppe på Afrikas Horn siger, at den har sat advokater på sagen, som har appelleret dommen og straffen på kvindens vegne.

Den oplyser samtidig, at kvindens barns sundhedstilstand er ringe, uden at gå nærmere i detaljer.

Steningsdommen er den anden på blot få måneder i Sudan. Landets præsident Omar Hassan al-Bashir - som har en international arrestordre hængende over sig - sagde i juli, at Sudan vil indføre en »hundrede procent« islamisk forfatning, og det har skabt frygt for, at landet vil indføre endnu hårdere religiøse love, end det er tilfældet i dag