Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Zakaris og Mortan. Føroyarmeistarar í FM í bridge fyri veteranar: Zakaris Joensen og Mortan Rasmussen

Mortan og Zakaris vunnu FM í bridge fyri veteranar

FM í bridge fyri veteranar var spælt leygardagin. Teir elstu, sum vóru við í kappingini vunnu eisini - meiri enn 140 ár til samans. Tað vóru Mortan Rasmussen og Zakaris Joensen úr Havn. Teir løgdu seg á odda í fyrsta umfari og hildu seg har øll 45 spølini.

Ofta eru tað teir yngru bridgespælararnir, sum klára seg best. Men í kappingini fyri veteranar, har spælarar kunnu vera niður í 53 ár, vóru tað kortini teir báðir, sum eru farnir um tey sjeyti, sum vunnu kappinginga. FM í bridge fyri veteranar vísti enn einaferð, at bridge er eitt spæl, har allir aldursbólkar kunnu vera við og vinna.

Nummar tvey vóru Niels E. Nielsen og Bjarki Johannesen.