
Ratingfyritøkan Moody’s hevur í dag kunngjørt teirra meting av Føroyum. Føroyar varðveitir ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Útlitini eru framvegis støðug og speglast tað í at Føroyar hevur megnað at halda seg til ætlanina at lækka hallið á fíggjarlógini til eitt ætlað yvirskot í 2016.
Styrkin í føroyska búskapinum sigur Moody’s vera:
- búskaparligt sjálvstýri
- støðug viðurskifti við Danmark og
- stórt gjaldføri, sum minkar um endurfíggingarváðan
Hinvegin eru avbjóðingarnar at:
- búskapurin er so tengdur at fiskivinnuni og fiskaaling
- at Føroyar hava havt hall á fíggjarlógini í nógv ár
- og at Føroyar er so bundin at stuttari fígging (5 ára lán)
Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru, um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging.
Hinvegin eru viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating, um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna.
Frágreiðingin frá Mooyd’s er løgd hjá.
GG: Moody’sa lýsin av eini Aa rating: “Obligations rated Aa are judged to be of high quality and are subject to very low credit risk.”