Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Møllehave kemur til Føroya at umrøða kærleika og sorg

Kendi danski presturin, rithøvundurin og fyrilestrarhaldarin, Johannes Møllehave, vitjar í Føroyum í juni. Hann fer at umrøða evnið “Kærleiki og Sorg”, sum ein hansara mongu bókum, “Det ender godt”, snýr seg um.

Tíðindaskriv:

Johannes Møllehave, sum hevur skrivað eina ørgrynnu av bókum um øll møgulig evni, er eisini kendur sum framúr góður frásøgumaður. Framløgan hjá Møllehave verður skipað sum ein samrøða við Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprest.

Hóast væl komin til árs, er Johannes Møllehave framvegis virkin við at skriva og heldur javnan fyrilestrar. Um fyribrigdið sorg sigur Johannes Møllehave, at hetta er kærleiki, sum ein ikki sleppur av við.

- Tú rættir hendurnar út eftir tíni elskaðu, men hon er burtur. Var tað betri, um hon ongantíð hevði verið til? Nei, tí um eingin sorg var til, var heldur eingin kærleiki, og kærleikin kom fyrst, sigur 76 ára gamli Johannes Møllehave í sambandi við evnið, hann fer at umrøða undir Føroya-vitjanini.

Johannes Møllehave hevur móttikið eitt hav av virðislønum fyri sítt dugnaliga og víðfevnda rithøvundavirksemi. Millum annað sum ársins rithøvundur, ársins barnabókarithøvundur, danskur yndisrithøvundur, virðisløn H.C. Andersens og móðirmálsvirðislønina.

Møllehave hevur altíð havt serligan áhuga fyri H.C. Andersen, Kierkegaard, Storp P og Shakespeare. Millum annað búði hann mong ár í Brighton í Onglandi, har hann granskaði sjónleik eftir Shakespeare serliga.

Orsakað av heilsutrupulleikum gavst Johannes Møllehave fyri umleið fýra árum síðani at halda fyrilestrar, men av og á ger hann tað kortini framvegis.

Tað er Norðurlandahúsið, sum er karmur um tiltakið, ið verður sunnudagin 9. juni klokkan 16.00. Í tí sambandi fer Kim Hansen at syngja og spæla nakrar sangir, sum Møllehave hevur skrivað.