Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Moldvarp Føroya

Árið er nú farið og Moldvarp Føroya hevur tænt sínum endamálið við nøkrum sendingum í Sjónvarpi Føroya. Higartil havi eg tíverri, í fjølmiðlunum, ikki sæð annað enn negativan kritikk av hesum sendingum. Í flestu førum eru tað negativar viðmerkingar, og fokuserað hevur verið á banniorð og annað sum skurrar í oyrunum hjá sartum sálum.Tað eru óivað tey sum hava uppskriftina uppá hvørji orð eru loyvd ella ikki handan portrið hjá Sankta Pæturi, men tey um tað. Eg vóni ikki at sankta Pætur hyggur eftir um ð er sett á rætt stað, tí so er eingin møðuleiki hjá mær í glastriborgini.

Moldvarp Føroya sum vit í seinastuni hava fylgt við, er skemtusending á sera høgum støði, onkur krittiskur viðmerkjari segði, at sendingarnar kostaðu heilar 300.000 kr. Eg havi bert tað et siga, at tað er flott klára, at gera slíkt megnarverk so bíliga.

Moldvarp Føroya er skemt “LIST” á sera høgum støði.

At byrja við hveptist eg við, men samanumtikið skulu tit frá mær fáa besta karakter við píli uppeftir. Vit eiga tíverri alt ov fá sum tora og hava evnir til at bróta uppúr nýggjum, men sjónleikararnir og upptøkufólkini hava í hesum sendingum verðuliga broti upp úr nýggjum. Eitt megnar avrik sum hevur stórt rós uppiborið.

Men um eg flyti meg yvur í ekstrema bólkin. So vil eg siga, at um banniorðini vóru skerd, so hevði tað ikki minkað um listarliga avrikið, og færri fingu ilt í reyvina.

Tit søgdu, í seinastu sendingini, við gráti í rødd, at tit ikki komu aftur.

Hetta vóni eg er bert sera gott skemt, tí eg gleði meg at síggja tykkum aftur táið árið fer at hallað.

Moldvarp Føroya = kostnaðarlítil list á sera høgum støði.

Vinarliga

Jóhan Heri Joensen