Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Møguligt at ávirka fitisamanseting og vøkstur hjá laksi við fóðurstýring

Rúni Weihe hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um royndir við laksafóðri í tíðarritinum Aquaculture. 

Í greinini verður sagt, at javnvágin av protein og fiti í laksafóðri, og ikki einans samlaða orkan, hevur stóra ávirkan á framleiðslu-effektivitetin og góðskuna á smolti í fleiri mánaðir eftir útseting. 

Ein 6 mánaða fóðurroynd, har tvey ymisk fóður við eins nógvari orku, tó við ymsari protein og fiti javnvág, blivu fóðraði til smolt frá útseting á vári fram til heystið. Royndin varð deild í tríggjar fasur, ávíkavist APR-JUN, JUN-JUL, JUL-SEP. Burtursæð frá, at fóðrið við hægri fitiinnihaldi gav ein feitari laks, var ongin munur á framleiðslueffektivitetinum og góðskuni annars millum laksabólkarnar tá komið var í juli. Í triðju og síðstu fasu, var týðandi munur á áti, fóðurgagnnýtslu og vakstrarferð, sum førdi til 15 % størri kroppsvekt og 2 % hægri kryvjiúrtøku, hjá laksinum, sum fekk tað soltnaru fóðursamansetingina. Heystið, tá sjógvurin er heitast og longdin á døgunum styttist, er árstíðin, har laksurin hevur serliga høga fóðurgagnnýtslu. 

Hóast ongin munur var á framleiðslueffektivitetinum fyrstu tvær fasurnar av royndini, so benda úrslitini á, at grundarlagið fyri høgum framleiðslueffektiviteti um heystið, kann ávirkast mánaðirnar frammanundan. Tað ræður sostatt um at forða várútsettum smolti at fitna ov skjótt, uttan at hungra ella avmarka útfóðringina fyrstu tíðina eftir útseting fram til summarið. Men fyri at tryggja gott vakstrargrundarlag er umráðandi at veita laksinum neyðugu orkuna í fóðrinum, umframt at tað er sera umráðandi at samlaða orkan er væl javnvigað millum protein og fiti. 

Greinin kallast ”Different growth performance, lipid deposition, and nutrient utilization in in-season (S1) Atlantic salmon post-smolt fed isoenergetic diets differing in protein-to-lipid ratio” og samandráttur kann lesast her.

Høvundarnir eru Jens-Erik Dessen, Rúni Weihe, Bjarne Hatlen, Magny S. Thomassen og Kjell-Arne Rørvik.

Greinin er skrivað sum partur av ph.d.-verkætlan, sum er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum. Havsbrún rindar størsta partin av verkætlanini.

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum: http://ark.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=120