Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Møguleiki fyri stórum sparingum við Marknagil

BYGGIÆTLAN: Í eina tíð hevur verið greitt fyri Landsverki, at tilboðini upp á at byggja Skúladepilin við Marknagil komu at liggja væl oman fyri avsettu játtanina. Stovnurin hevur tí longu í góðari tíð sett í verk arbeiði fyri at finna neyðugar sparingar, so tað letur seg gera at fremja byggiætlanina uttan ov stóran meirkostnað.

Sum kunnugt liggja tilboðini upp á tær átta arbeiðstøkurnar til byggingina av Skúladeplinum við Marknagil rættiliga nógv hægri, enn játtanin í verklagslógini fyri hesa størstu einstøku byggiætlan í Føroya søgu.

So hvørt dagurin nærkaðist fyri innlating av tilboðum, gjørdist alt meiri greitt fyri Landsverki, at tilboðini ikki komu at halda seg innan fyri játtanina til hondverkaraútreiðslurnar. Samlaða játtanin er 391 mió. kr., men tá fevnir hetta eisini um tekning av bygninginum, ráðgeving, byggileiðslu, byggipláss og alt annað, ið hevur við tað at gera, sum liggur uttan fyri sjálva byggingina.

Meirkostnaðurin skal eisini síggjast í ljósinum av, at talan er um eina fýra ára gamla játtan, at byggitíðin er longd við tveimum árum, og at serlig føroysk atlit eru tikin. Hetta fyri at føroyskar byggifyritøkur og veitarar ikki skuldu vera verri stillaði enn útlendskar fyritøkur.

Landsverk hevur sett í verk gransking av verkætlanini við tí endamáli at finna neyðugu sparingarnar, so byggingin kann fremjast uttan ov stóran meirkostnað. Tað er longu nú gjørd uppskot til sparingar, sum liggja millum 80 og 90 mió. krónur. Tað vil siga meira enn helmingin av meirkostnaðinum upp á umleið 155 mió. krónur.

Dentur er lagdur á at finna sparingar, sum kunnu fremjast, uttan at hesar ganga út yvir byggilist, góðsku og funktionalitet.

Í sambandi við lisitatiónina eru serprísir fingnir til vega, sum fara at gera byggingina bíligari. Kannað verður í løtuni, hvussu nógv hetta kann ávirka samlaða byggiprísin niðureftir.

Landsverk metir, at tað ber til at koma so langt við sparingum í sambandi við stóru byggiætlanina, at byggingin ikki kemur í vanda, men verður framd sum ætlað.

Tá arbeiðið við at finna sparingar er liðugt, ger Landsverk tilráðing um hesi átøkini til Mentamálaráðið, sum er byggiánari av Skúladeplinum við Marknagil.