Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Møguleikarnir liggja í handverkinum

Hós- og fríggjamorgunin koma allir 8. floksnæmingar í Tórshavnar kommunu at lurta eftir tólv ymiskum handverkarum greiða frá síni áhugaverdu yrkisleið.
 
Tiltakið nevnist ”Greið frá tínum yrki”, og endamálið er at siga næmingunum frá, um teir mongu møguleikarnar, sum ein yrkisútbúgving ber við sær. Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagið og Ferðavinnufelagið, sum saman við Tórshavnar kommunu og skúlunum í høvuðsstaðnum, sum skipa fyri tiltakinum.
 
“Greið frá tínum yrki” er skipað soleiðis, at handverkararnir/yrkislærd eru saman tvey og tvey í hvør sínum høli. Tiltakið er í Reinsarínum, Ostahúsinum, Perluni og Miðlahúsinum. Næmingarnir, sum ganga í 8. flokki, verða somuleiðis býttir í seks bólkar, har hvør bólkur fer í eitt høli at lurta.
Handverkararnir/yrkislærdu greiða síðani frá í 25-30 min. Eftir hetta verður stuttur steðgur, áðrenn næmingarnir fara í annað høli at lurta í 25-30 min. Tá tað er liðugt, er tiltakið eisini liðugt.
 
Sostatt koma næmingarnir ikki runt til øll tey yrkislærdu, men fáa eina “smakkiroynd” av hvørjir møguleikar liggja í einari yrkisleið sum handverkari/yrkislærdur. Samstundis hava onnur í flokkinum verið og lurtað eftir øðrum handverkara/yrkislærdum. Hugskotið er soleiðis, at floksfelagarnir eftirfylgjandi kunnu deila upplivingar og hava fingið eitt inntrykk av, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærdur.
 
Samstarv við skúlarnar
Sama tiltak varð í fjør hildið saman við Skúlanum á Fløtum. Hesaferð luttaka allir skúlarnir í Tórshavn. Ætlanin er síðani at fara út um landið við tiltakinum. Í tí sambandi eru allir skúlavegleiðarar í Føroyum boðnir við til hetta tiltakið at eygleiða.
 
Ein av samskiparunum av tiltakinum er Torfinn Højgaard, skúlavegleiðari á skúlanum á Fløtum:
”Okkara leiklutur sum skúlavegleiðarar er at geva næmingunum førleikan at velja ta útbúgving, sum er røtt fyri hvønn einstakan. Hetta er ein stór avbjóðing, tí at tað finst ein nærum óendalig røð av útbúgvingarvalmøguleikum. Tí er hetta tiltakið kærkomið, har næmingarnir sleppa at hoyra nakrar persónligar søgur um yrkisleiðir, tey annars møguliga ikki høvdu hugsað um.”
 
Tey fakini, sum hesaferð eru umboðað á tiltakinum, eru: málari, krambakallur, múrari, timburmaður, bakari, rør- og blikksmiður, modelseymari, maksinsmiður, gartnari, stálskipasmiður, bilmekanikari tænari og móttøkufólk.