Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Míttland

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, setur føroyska mentanar- og konserttiltakið í MÍTTLAND í Danmark.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er skipað fyri einum stórum mentanar- og konserttiltakið fyri føroyingar og útisetar í Danmark. Tiltakið verður tann 28. september og hevur fingið heitið MÍTTLAND.

Eftir ynski frá føroyingum og útisetum í Danmark, fer borgarstjórin í Havn, at seta stóra tiltaki MÍTTLAND. Henda avgerð er tikin vegna hansara ídni og arbeiði fyri at fáa alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk, at flyta heim til høvuðsstaðin og hervið at venda gongdini frá fólkaminking til fólkavøkstur, við m.a. við at fyriskipa og stuðla ymiskum tiltøkum, t.d. Jobmatch. Eisini hevur borgarstjórin stóran áhuga í sangi og tónleiki.

MÍTTLAND pallurin er hervið ein gyltur møguleiki hjá borgarstjóranum, at røkka so mongum sum gjørligt. Tórshavnar kommuna livir av tí skapandi, sum fólkið í kommununi útinnir, og er hetta eitt av hjartamálum borgarstjórans.