Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Misti beinið av kleyvarskapi

Perla: Tað var meðan Jens Arne Kjærbæk, sat í fongslinum, at hann fekk ilt í beinið, og at okkurt skuldi vísa seg at vera heilt galið. Men í fongslinum varð hetta ikki mett at vera nakað, at rópa upp um. Hansara egni lækni dugdi heldur ikki at síggja at nakað var galið við beininum, tó at hann sjálvur føldi, at ein proppur forðaði, at beinið virkaði at vera deytt, og at hann tí sjálvur ikki ivaðist í, at talan var um kolbrand: Oyggjatíðindi 1. apríl 2011:

Men líka mikið hvussu hann grundgav, so komu læknarnir ikki til somu niðurstøðu – ikki fyrr enn ein lækni á læknavaktini av tilvild kom at hyggja uppá beinið. Tá var eingin ivi longur, men tá var skaðin hendur. Har vendist ikki aftur. Beinið varð kvett av beint niðanfyri knæið.

Og so mátti Jens Arne Kjærbæk aftur í bardaga fyri at fáa læknarnar at ábyrgdast fyri at hann misti beini av berum kleyvarskapi. Tað var aftur ein næstan hopileysur bardagi. Læknin í fongslinum slapp undan ábyrgd, men uttanfyri eydnaðist at fáa viðhald í klagu, og hann fekk eitt endurgjald uppá kr. 230 túsund krónur. Var talan um ein feil í Amerika, so fekk Jens Arne heilt víst nakað, sum líktist 230 milliónir kr.

Jens Arne fekk eina protesu, sum hann hevur lært seg so væl at ganga við, at fólk ikki hava hóming av, at hann hevur eina protesu. Tó at hann er illa royndir av lívsins skúla, so er hann fastur í trúnni á Harran, og hevur bæði mót uppá lívið og framtíðina.

Hóast Jens Arne hevur beinprotesu, so er hansara dreymur aftur at fara til skips. Tað er eingin ivi um, at hann klárar seg eins væl og einhvør annar, sum hevur bæði beinini heil.

Tað einasta eg skal tryggja er, at halda protesuna reina og við smyrjing, so skal alt nokk ganga, sigur Jens Arne Kjærbæk, sum koyrir bil uttan nakrar sum helst trupulleikar.

Jens Arne Kjærbæk, mundi verði dripin í fongslinum, misti beinið av kleyvarskapi, men finnur hann sína størstu troyst í Harranum.

----

Jens Arne hevur hesa heilsan til sínar fíggindar úr Jákups brævi í Halgubók:

26. Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.

3. kapitul

6. Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og helviti hevur sett eld á hana sjálva!

7. Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd av náttúru menniskjanna;

8. Men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!

9. Við henni signa vit Harran of Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds!