
Misskilt, at bygdafólk ikki skulu sleppa í miðbýin í bili
Tað er púra misskilt, tá sagt verður, at borgarstjórin metir, at "bygdafólk ikki skulu sleppa í miðbýin í bili". Tað koma túsundtals fólk til Havnar til arbeiðis og í skúla hvønn dag, og tey skulu øll vera hjartaliga vælkomin.
Parkeringsviðurskiftini hinvegin eru ein trupulleiki, sum er galdandi fyri okkum øll. Mín hugsan hevur altíð verið, at býurin átti at verið býttur í nakrar sonur, soleiðis at longri frá miðbýnum tú parkerar, longri kanst tú parkera.
Fyrst og fremst er hetta fyri at taka størsta trýstið av miðbýnum. Vit mugu royna at minka um longu parkeringina í miðbýnum, serliga við atliti at, at fólk skulu sleppa framat handlum og stovnum í styttri ørindum.
Tað er m.a. av somu orsøk, at vit hava eina bussleið, júst fyri at fólk kunnu koyra ókeypis í miðbýnum og lata bilin standa uttanfyri miðbýin. Í miðbýnum skulu vit hava stutttíðarparkering fyri øll, ikki bara fyri bygdarfólk.
Vit eru í gongd við at loysa trupulleikan. Eitt stórt parkeringsøki er akkurát liðugt á Hálsi og vit fara nú undir at byggja parkeringshús, bæði í Bøkjarabrekku og á Bursatanga, til tess at nøkta tørvin í miðbýnum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri