Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Misbrúkt sum barn

Hetta er søgan um mammuna, ið berjist fyri, at børnini ikki skulu fáa somu lagnu, sum hon sjálv og systkin hennara fingu.

Hon  er rólig, hon er avgjørd, hon hevur orðið í síni makt, og hon veit hvat hon vil. Men hon berjist fyri at fáa eitt lív, sum flestu okkara taka fyri givið. Prísurin hevur verið ræðuligur og høgur, og hon hevur verið túrin niður í svarta holið, men hon er komin heilskapað uppaftur, og hevur kreftirnar og dirvi at berjast.

Hetta er søgan um mammuna, ið noktaði at gevast. Allar greinar í blaðnum hevur kvinnan lisið í gjøgnum og góðtikið...

Hon er rólig, hon er avgjørd, hon hevur orðið í síni makt, og hon veit hvat hon vil. Men hon berjist fyri at fáa eitt lív, sum flestu okkara taka fyri givið. Prísurin hevur verið ræðuligur og høgur, og hon hevur verið túrin niður í svarta holið, men hon er komin heilskapað uppaftur, og hevur kreftirnar og dirvi at berjast. Kvinnan er nú eisini prógvið uppá, at um ein ikki doyr av ágangi, so gerst ein bara sterkari í lívinum.

Hendan kvinnan veit hvat børn hennara eru í gjøgnum. Hon hevur upplivað tað sama. Er, saman við systkjum misbrúkt seksuelt av sínum nærmasta, lánt út til frelsta vinin, og misbrúkt uppá tað grovasta, og seinni svikin av sínum egna manni.

Misbrúki byrjaði tá hon var bara trý ára gomul. Sum ung varð hon mett at vera óstýrilig og vill. Øll vistu, at heimið var ein rótibutikk. Men sannleikin er tann, at mamman var ein skilagóð og røsk kona, ið samstundis hevði ótrúlig listarlig evnir, men hon varð psyka niður til hon sjálv trúði, at hon onki nyttaði, sum kona og sum mamma.

Soleiðis gleið hon longur og longur frá børnunum, sum harvið mistu einastu verju í lívinum. Í samkomuni vistu tey, um misbrúki í heiminum...

Lesið skelkandi lagnuna hjá mammu og børnum í blað frá 3. september 2010. Her er linkurin:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Add to Cart