Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Andstøðan leyg fyri at fáa eina kanning

Tað var andstøðan, sum brúkti lygnina, sum vápn, fyri at fáa løgmann at verja seg, og í hesi royndini, valdi at trúgva lygnini hjá andstøðuni og SvF, og datt av hestinum. Andstøðan hevur ikki heldur loyvi at lúgva í løgtinginum, men hon helt seg ikki aftur.

Dan Klein, greinar politisku støðuna:

Lat okkum fyrst hyggja eftir hvat tað er fyri ein lygn, sum er so prinsipiell, at hetta kann rættvísgera eitt misálit á løgmann í dag.

Andstøðan hevur, saman við serliga KvF, borið lygnir fram í løgtinginum um, at tað var ólógligt, at fremja sokallaðu break-fee-avtaluna, sum gav CIP, 1 (eina) millión krónur, um prosjektið datt niðurfyri.

Tað var hetta "lógarbrot", løgmaður royndi at verja seg í móti. Hansara áskoðan var, ráðgivin ella ikki, at hevði hann ikki skrivað undir, so hevði hann onga avtalu gjørt. Men har fór hann skeivur. Løgmaður hevði verið við á fundum um break-fee avtaluna, og tað var nokk.

Og tí verður tað galið hjá løgmanni, tá Gammeltoft, staðfestir, at break-fee avtalan er lóglig, og at andstøðan á tingi harvið hevur hevur logið sær til eina kanning.

Løgmaður trýr, at andstøðulygnin heldur, og gevur tí eisini løginginum skeivar upplýsingar, og sum andstøðan kallar lygnina. Hevði løgmaður bara sagt, at hann hevði verið við til at gera avtaluna um break-fee, so var ongin sak í móti honum.

Líka mikið hvussu andstøðan rennir undan ábyrgd her, so kemst ikki uttanum, at tey, sum í dag atkvøða fyri einum misáliti á løgmann, sjálvi hava telva hendan leikin, men vilja ikki taka í egnan barm.

Tað er tíðuligt, at andstøðan setir sína vón á, at fáa Miðflokkin við í einum misáliti, men hesin flokkurin hevur longu frammanundan sagt, at løgmaður eigur at útskriva løgtingsval. Tað er tann støðan, sum er komin. 

Løgmaður hevur útskrivað løgtingsval, og formaðurin í Miðflokkinum hevur sagt, at hetta var ein virðilig avgerð.

Bill Justinussen, hevur fyrr í SvF rørt uppundir, at løgmaður átti at útskriva val. Hann helt tá ikki, at eitt misálit var loysnin.

Men tað kann vera at Miðflokkurin hevur broytt støðu.

Í KvF í dag, var lygnin aftur tikin fram, og aftur einaferð var peikað eftir løgmanni, meðan andstøðan als ikki klárar at taka í egnan barm, og umbera, at hon valdi lygnina, sum vápn í móti løgmanni.